Tíðindafólk til Portal.fo

Tíðindafólk til Portal.fo

Portalurin søkir eftir tíðindafólki at byrja beinanvegin. Talan er um arbeiði til okkar miðlar sum fevnir um undirsíðurnar á Portalinum, men eisini Blaðið Vikuskifti, sum kemur út hvønn leygarmorgun.

Um starvið
Sum tíðindafólk á Portal.fo arbeiðir tú við ymiskum evnum sum røra seg í gerandisdegnum, men setur eisini sjóneykuna á ávís mál, sum eru umráðandi.

Tínir førleikar
• 
Brennur fyri tíðindaflutningi
• Málsliga væl fyri
• Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
• Ert ágrýtin
• Viðkomandi útbúgving ella royndir eru ein fyrimunur
• Áhugi at skriva um ítrótt er ein fyrimunur men ikki eitt krav

Vit bjóða tær
• Eitt spennandi arbeiðspláss í menning
• Møguleikan at vera við til at seta títt fingramerkið á menningina av føroyskum netmiðlum
• Góðar starvsfelagar
• Óalmindiliga gott kaffi

Løn og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu. Arbeiðsstaður er á Bryggjubakka í Tórshavn, men møguleiki er eisini at arbeiða heimanífrá.

Hevur tú spurningar um starvið, ber til at ringja til Sverra Egholm á telefon 73 33 31 ella senda teldupost á se@knassar.fo.

Umsókn skal sendast til storv@knassar.fo í seinasta lagi fríggjadagin 9. apríl 2021.

Um Portalin
Portalurin er óheftur, framkomin og livandi miðil, og borðreiðir við at kalla øllum, sum rørir seg í føroyska samfelagnum umframt ein breiðan dekning uttanlands. Arbeitt verður allatíð við at gera miðilin betri og tillaga seg til tørvin hjá fólki í dagsins samfelag.