
Tíðindafólk til Portal.fo
Portalurin søkir eftir tíðindafólki at byrja beinanvegin. Talan er um arbeiði til okkara miðlar sum fevnir um undirsíðurnar á Portalinum, men eisini Blaðið Vikuskifti, sum kemur út hvønn leygarmorgun.
Um starvið
Sum tíðindafólk á Portal.fo arbeiðir tú við ymiskum evnum sum røra seg í gerandisdegnum, men setur eisini sjóneykuna á ávís mál, sum eru umráðandi.
Tínir førleikar
• Brennur fyri tíðindaflutningi
• Málsliga væl fyri
• Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
• Ert ágrýtin
• Royndir ella viðkomandi útbúgving eru ein fyrimunur
Vit bjóða tær
• Eitt spennandi arbeiðspláss í menning
• Møguleikan at vera við til at seta títt fingramerkið á menningina av føroyskum netmiðlum
• Góðar starvsfelagar
• Óalmindiliga gott kaffi
Løn og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu. Arbeiðsstaður er á Bryggjubakka í Tórshavn, men møguleiki er eisini at arbeiða heimanífrá.
Hevur tú spurningar um starvið, ber til at ringja til Sverra Egholm á telefon 73 33 31 ella senda teldupost á [email protected].
Umsókn skal sendast til [email protected] í seinasta lagi fríggjadagin 23. juni 2023.
Um Portalin
Portalurin er óheftur, framkomin og livandi miðil, og borðreiðir við at kalla øllum, sum rørir seg í føroyska samfelagnum umframt ein breiðan dekning uttanlands. Arbeitt verður allatíð við at gera miðilin betri og tillaga seg til tørvin hjá fólki í dagsins samfelag.