Umhvørvismálaráðið søkir eftir løgfrøðingi

Umhvørvismálaráðið søkir eftir løgfrøðingi

Søkt verður eftir løgfrøðingi til fast starv í Umhvørvismálaráðnum við setan skjótast til ber.

Umhvørvismálaráðið er ráð, við nógvum týðandi og avbjóðandi arbeiðsuppgávum.

Umhvørvismálaráðið er fyrisiting hjá landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum, og umsitur millum annað umhvørvismál, náttúrumál, veðurlagsmál, orkumál, bústaðarmál og arbeiðsmarknaðarmál.

Arbeiðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva landsstýriskvinnu og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi og at lýsa, viðgera og avgreiða mál, sum hoyra stjórnarráðnum til.

Starvið
Arbeiðið fevnir m.a. um

  • at fyrireika lógaruppskot og kunngerðir
  • at ráðgeva landsstýriskvinnuni og leiðsluni
  • at luttaka í og leiða verkætlanir og umboða stjórnarráðið í heimligum og altjóða høpi
  • at samskifta við og stuðla stovnum undir Umhvørvismálaráðnum

Megin arbeiðsøkini verða arbeiðsmarknaðarøkið umframt náttúru- og umhvørvisøkið.

Vit bjóða eitt áhugavert, fjølbroytt og avbjóðandi starv í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi. Starvið er krevjandi, og neyðugt er at taka tøk, tá ið á stendur. Uppgávurnar eru skiftandi við nógvum samskifti úteftir.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiligt embætisprógv.

Vit vænta, at tú

  • hevur góð greiningarevni, innlit í samfelagsviðurskifti og politiskt tev
  • hevur góð samstarvsevni
  • arbeiðir miðvíst og sjálvstøðugt
  • hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
  • ert tænastusinnað/-ur og fleksibul

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan almenna fyrisiting og kunnleika til fakøkini, sum vit hava ábyrgdina av.

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Setanin fevnir um Umhvørvismálaráðið og stovnar undir ráðnum umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.

Umsóknarfreist
Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast Umhvørvismálaráðnum á [email protected] og vera ráðnum í hendi í seinasta lagi 22. septembur 2024.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Pól E. Egholm, aðalstjóra, á [email protected] ella á tlf. 556076.