Undirvísari til Sjónám

Undirvísari til Sjónám

Søkt verður eftir einum undirvísara at byrja í 12.august 2024

Starvsinnihald:

· Undirvísa í skipara-, skipsatstøðaraútbúgvingini og á trygdarskeiðum til sjóvinnuna eftir tørvi. Undirvísingin fevnir um bæði ástøðiliga frálæru og venjingar við bjargingar- og eldsløkkiútgerð v.m.

· Vera við til at menna og gera frálærutilfar í samsvari við altjóða krøv og tørvin hjá vinnuni

· Vera við til vanligt viðlíkahaldsarbeiði á venjingarstøðini og aðrar fyrifallandi uppgávur

Førleikar:

Krøv til førleika eru ásett í kunngerð nr. 107 frá 20. september 2005 um skiparaútbúgving og eru m.a.:

· Lokið prógv sum skipsførari og hava í minsta lagi tvey ára royndir sum einastýrimaður, yvirstýrimaður ella skipari við handilsskipi ella fiskiskipi

· Staðið bachelorútbúgving frá hægri lærustovni

· Aldur og heilsu at taka prógv sum kavari

· Góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli

· Góð samstarvsevni og førleika til sjálvstøðugt arbeiði

· Kunnleika til samskiftis- og kunningatøkni.

Fyrimunur er, um umsøkjarin hevur royndir sum undirvísari og -royndir frá t.d. sjó-, frálandavinnu ella loftferðslu

Tann, ið settur verður, skal vera til reiðar at taka námsfrøðiliga útbúgving og eftirútbúgvingar, sum eru viðkomandi fyri starvið.

Setanarviðurskifti:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fakfelag Sjómansskúlalærara Føroya, sæst á www.fmr.fo

Setanarøkið fevnir um sjóvinnuútbúgvingarnar á Sjónámi.

Umsóknir:

Umsóknarfreistin er 17.mai 2024, kl.15.

Meiri fæst at vita um starvi frá Brandi H. í Funningstovu, deildarleiðara, tfl.665 888

Umsókn við ljóstøku av prógvum, yvirlit yvir royndir og møgulig viðmæli skulu sendast:

Á teldupostadressu: [email protected]

ella

Sjónám

Postmoga 324,

Faktorsvegur 14

FO-710 Klaksvík

stílað: Rúni Heinesen, skúlastjóri