Útbúgvingarvegleiðari

Útbúgvingarvegleiðari

Hevur tú hug og hegni til at vegleiða og kunna um útbúgvingarmøguleikar innan- og uttanlands?

Vit sóknast eftir einum eldhugaðum útbúgvingarvegleiðara, ið vil standa á odda fyri at veita yvirskipaða vegleiðing og kunna um útbúgvingarmøguleikar og lestrarstuðul bæði í Føroyum og uttanlands.

Starvið
Høvuðsuppgávurnar hjá útbúgvingarvegleiðaranum eru m.a.:

- at vegleiða fólki, sum ætla sær undir hægri lestur uttanlands

- at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum

- at kunna um útbúgvingarmøguleikar í Føroyum og uttanlands

- at veita lesandi beinleiðis vegleiðing og praktiska hjálp, serliga teimum, ið ætla sær uttanlands at lesa hægri lestur

- at vegleiða fólki innan avriksflutning (merit) og skiftislestur

- at kunna og vegleiða um lestrarstuðulsmøguleikar og treytir, serliga innan ÚSUN økið

- at kunna um Nordplus og vegleiða umsøkjarum í hesum sambandi

- at skipa fyri enskum málroyndum (IELTS)

- at skipa fyri kunnandi átøkum

- at ráðgeva lestrarvegleiðarum

Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a., at umsøkjarar:

- Hava viðkomandi kandidat/master útbúgving frá hægri lærustovni

- Leggja dent á at veita góða og skjóta tænastu

- Hava góðar fyrisitingarligar førleikar

- Duga væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum, norðurlendskum og enskum

- Hava góð samstarvsevni

Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur útbúgving ella royndir í vegleiðing.

Vit bjóða
- Eitt fjølbroytt starv í støðugari menning og í einum góðum arbeiðsumhvørvi

- Tú fært møguleika at mynda starvið sjálv/ur

- Eitt spennandi starv við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti úteftir

Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Útbúgvingarvegleiðarin er staðsettur í Studna, ið er fyrisitingarlig eind í Undirvísingarstýrinum. Undirvísingarstýrið er í eini uppbygginargongd, og tú mást tola møguligar broytingar í starvinum.

Umsókn
Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til:

Studna
Hoydalsvegur 1
Postrúm 1345
110 Tórshavn
ella t-post
[email protected]

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. november 2018. Starvið verður at seta 1. januar 2019 ella eftir nærri avtalu.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Jørgen Meitilberg, leiðara á Studna, á tlf. 555080.

Studni er fyrisitingarlig eind í Undirvísingarstýrinum. Undirvísingarstýrið tekur sær av øllum fyrisitingarligum rakstraruppgávum í undirvísingarverkinum.