Varadeildarleiðari til seingjadeildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Varadeildarleiðari til seingjadeildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Suðuroyar Sjúkrahús søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til farloyvisstarv sum varadeildarleiðari á seingjadeildini í tíðarskeiðinum frá 1. apríl 2023 til 26. mars 2024.

Starvsbrøkurin er 1,0. Arbeiðstíðin er dagvaktir gerandisdagar.

Arbeitt verður í tøttum samstarvi við deildarleiðaran.

Uppgávur í høvuðsheitum:

· saman við leiðaranum menna deildina og stimbra starvsfólkatrivna

· virkandi leiðari tá deildarleiðarin er burturstaddur

· kliniskar uppgávur í røkt og viðgerð

· virknan lut í samskipan av sjúklingagongdum á deildini

· ganga á odda fyri betranarátøkum á deildini

· virknan lut í upplæring og innleiðslu av nýggjum starvsfólkum

· saman við deildarleiðara taka fíggjarlig atlit og tryggja, at deildin er manna til hvørja vakt.

Vit kunnu bjóða tær:

· ein áhugaverdan og skiftandi arbeiðsdag við fjølbroyttum avbjóðingum og uppgávum

· fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar í einum góðum arbeiðsumhvørvi

· eitt starv við møguleika fyri fakligari og persónligari menning

· eitt dynamiskt, tvørfakligt og virkið arbeiðspláss.

Førleikar:

· prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur

· áhuga fyri leiðslu

· áhuga og hegni til fakliga menning av starvsfólkum og kliniskum mannagongdum

· góð samstarvsevni á øllum fyriskipanarstigum

· duga at arbeiða tvørfakligt, eins væl og sjálvstøðugt

· telduførleika

Setanartreytir:

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Meira fæst at vita:

við at venda sær til Lisbet Jacobsen, deildarleiðara ella Gunnbjørg Guttesen, varastjóra á tlf. 343300.

Umsókn við CV skal sendast til:

starv@ssh.fo

Umsóknarfreistin er 27. januar 2023.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.ssh.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.