Vil tú arbeiða sum heilsufrøðingur?

Vil tú arbeiða sum heilsufrøðingur?

Gigni søkir eftir einum heilsufrøðingi

Starvið er:
24 tímar fast starv í skúlanum og á smábarnaøkinum í Vestmanna kommunu og í Kvívíkar kommunu. Starvið verður sett frá 1. oktober 2019 ella skjótast gjørligt.

Vit kunnu bjóða:
• sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi arbeiði
• fakligt mennandi umhvørvi
• at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfeløgum

Førleikakrøv:
• 
útbúgving og løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
• útbúgving sum heilsufrøðingur
• góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar o.o.
• áhuga fyri fakligari menning

Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum at søkja starvið, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.
Upptøkutreytirnar eru:
• útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur og danska løggilding
• royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til minst tvey ár við fullum setanarbrøki. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barna- og ungdómspsykiatri, læknaviðtalu og heimarøkt. Minst ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 8 mánaðir til longdar.

Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við menningartilgongd.

Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mikudagin 25. september 2019 kl. 12.00.

Meiri fæst at vita við at ringja til Sólrun Foldbo, fakligan stjóra í Gigni, tlf. 562394, ella teldupost solrunf@gigni.fo.