
Vilt tú arbeiða sum heilsufrøðingur?
Gigni søkir eftir heilsufrøðingi til eitt tíðaravmarkað starv
Starvið er:
24 tímar tíðaravmarkað starv á skúlaøkinum í Suðuroynni. Starvið endar tann 30. juni 2023.
Starvið verður sett frá 1. september 2022, ella eftir nærri avtalu.
Vit kunnu bjóða:
sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi starv
fakligt mennandi umhvørvi
at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum
Førleikakrøv:
útbúgving sum heilsufrøðingur
løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar o.o.
ábyrgdarfullur og álitisvekjandi
áhugaður fyri fakligari menning
Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum á bachelorstøði at søkja starvið, um teir lúka
upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.
Upptøkutreytirnar eru:
útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði og danska løggilding
viðkomandi royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til trý ár við í minsta lagið
32 tímar arbeiðsviku. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føði-
og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barnapsykiatri ella heimatænasta. Ein av
hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 12 mánaðir til longdar og ein av
starvssetanunum skal hava verið í minsta lagið 6 mánaðir.
Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við
menningartilgongd.
Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.
Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. august 2022, kl.
12.00.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lillian B. Poulsen,
varaleiðara, lillianp@gigni.fo, tlf. 562332.