Vit søkja eftir meiaristlærlingi til MBM.

Vit søkja eftir meiaristlærlingi til MBM.

Hevur tú áhuga innan matframleiðslu? So er ein yrkisleið innan mjólkaframleiðslu kanska nakað fyri teg.

Í lærutíðini fert tú at fáa verkligar førleikar og ástøðiliga vitan innan mjólkaframleiðslu.

At arbeiða sum meiaristur er eitt spennandi starv. Á MBM framleiða vit ymsar vørur úr mjólkaúrdrátti og arbeiða støðugt við at finna nýggjar vørur.

Tú verður partur av einum framleiðslutoymi, ið virkar føroyskar vørur so sum smør, smyr, mjólk, kakao, jogurt o.a

Skúlagongd

Tá tú ert í læru sum meiaristur, fert tú til Danmarkar í skúla í 5 umførum, í tilsamans 55 vikur.
Tú fert m.a undirvísing í reinføri, góðskueftirlit, innlit í tí kemi og mikrolívfrøði, ið gongur fram í framleiðsluni av mjólkavørum.

Samlaða lærutíðin er 3 ár og 2 mánaðar.

Upptøkukrøv

Sí leinkju fyri upptøkukrøv:

Løn

Løn samb. Sáttmálanum við Handverkarafelagið, og skúlagongdin í Danmark ókeypis.

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 04.mars kl.12.00 og skal sendast til [email protected] viðmerkt (meiaristlærlingur)

Arbeiðsstaður

Skúlagongd: Danmark
Lærupláss: ∙ Vegurin langi ∙ 188 Hoyvík ∙

Vilt tú vita meiri

Vinaliga set teg í samband við Tony Weyhe, Virkisleiðara á tel. +298 36 20 59.

Eisini ber til at senda ein teldupost til [email protected]

Um MBM
Vaksandi eftirspurningurin eftir mjólk elvdi til, at framfúsir bøndur í 1977 skipaðu seg í eitt lutafelag fyri mjólkaframleiðarar undir navninum Mjólkarvirki Búnaðarmanna við tí tí fyri eyga at tryggja føroyingum føroyska mjólk. Stór menning er farin fram í føroyskari landbúnaðarframleiðslu síðani stovnanina av Mjólkarvirki Búnaðarmanna, og tí varð navnabroytingin til Meginfelag Búnaðarmanna framd í 1996.