Vit søkja lærlingar innan húsasmíð

Vit søkja lærlingar innan húsasmíð

Vit søkja eftir lærlingum at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Krøv og væntanir til tín, sum søkir: Tú mást vera nærlagdur og hava áhuga í at læra eitt væl úr hondum

greitt handverk. Eisini er neyðugt, at tú ert hugagóður,virkin, jaligur og vísir góð evnir at samstarva.

Vit bjóða spennandi uppgávur, og hava eina lærlingaskipan, sum er gjørd fyri at tryggja, at lærlingar

okkara fáa eina góða, trygga og læruríka lærlingatíð. Vit leggja somuleiðis stóran dent á at hava trygd og trivna á arbeiðsplássum okkara.

Eysturlon er byggifyritøka, við skjótt 40 ára royndum, vit eru um 45 starvsfólk, og hava vit fleiri verkætlanir koyrandi samstundis. Gott høvi er at royna mangt ymiskt innan handverki.

Ert tú áhuga /áhugaður í at koma í læru hjá okkum, ella vilt tú bara hoyra nærri, ert tú vælkomin at ringja ella senda sms á tlf. 284256, Jógvan Hans, ella á tlf. 283577, Anna Maria.

Umsókn við avriti av prógvum og lívsgongdarlýsing (CV) skal sendast til eysturlon@eysturlon.fo ella á

postadressu: 

Eysturlon

Smyrilsvegur 3

Postboks 37

110 Tórshavn

Umsóknin skal vera okkum í hendi seinasta lagi mánadagin 17. januar 2022.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

https://www.eysturlon.fo/starvslysingar