Tíðindi
Tel: 20 80 80
T-post: redaktion@knassar.fo
Netredaktør: Sverri Egholm (Ábyrgd)
Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Trygdarlið í Afghanistan boða í morgun frá, at tamarhald er á støðuni á einum hotelli í Kabul, eftir at vápnaðir menn í gjárkvøldið lupu á hotellið og drupu fleiri vitjandi. Hetta skriva fleiri útlendskir miðlar í morgun. Álopið vardi í heilar 12 tímar.
Vg.no skrivar, at ein norskur borgari var á hotellinum, tá álopið varð framt.
Brotsgerðarmenninir skutu frá sær og kastaðu granatir.
Teir tríggir brotsgerðarmenninir vórðu dripnir. Áður varð hildið, at tað vóru fýra brotsgerðarmenn, men í morgun varð greitt, at tað vóru bert tríggir.
Afturat hesum eru minst fimm fólk dripin í álopinum. Umframt tey deyðu, vórðu seks onnur løstað. Ímillum teirra tríggir limir í trygdarliðum.
Fleiri enn 150 vitjandi á hotellinum vórðu bjargað, upplýsir innanríkismálaráðið, sum eisini sigur, at brotsgerðarmenninir einaferð undir álopinum høvdu tikið 100 gíslar, men teir vórðu allir leyslatnir.
Tað ríkur framvegis svartur roykur frá hotellinum eftir eldin, sum varð ásettur.
DR skrivar, at ongin hevur tikið ábyrgd fyri álopið, men VG skrivar, at Taliban hevur tikið ábyrgdina.
Taliban hevur fyrr lopið á hetta hotellið í 2011, og tá vórðu 21 fólk dripin.