Leygardagur 7. juni 2025, skrivað kl 10:01 UTC.
Eitt lágtrýst, 991 hPa, við miðdepli eystur úr Jan Mayen verður liggjandi yvir Norðurhøv, hevur eitt køli norðan rák móti okkara leiðum, meðan eitt hátrýst, 1030 hPa yvir Atlantshavinum við miðdepli við Asorunum hevur eitt vestan rák móti okkum næstu dagarnar. Eitt minni lágtrýst, 998 hPa, mentist skamt vestanfyri Føroyar í morgun og ferðast í ein eystan. Hetta verður yvir Føroyum seinni í dag og hevur við sær óstøðug veður.
Mánadagin vantast lágtrýstið við Jan Mayen at vikna og flyta seg í ein landnyrðing, og ein hátrýstryggur mennist yvir Føroyum, sum vantandi liggjandi fram til týskvøldið við lítlum vindi av skiftum ættum og óstøðugum veðri.
Við Labrador er eitt lágtrýst, 994hPa, farið at flyta seg móti okkum. Hetta hevur við sær eitt brúgvalag við frískum vindi av útsynningi og regni, ið vantast at nærkast Føroyum týskvøldið
Forsøgn galdandi til sunnumorgunin
Lot til frískt lot av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft, sólglottar, og í støðum eisini okkurt ælið. Í kvøld og í nátt frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Framvegis skiftandi skýloft, sólglottar, og í støðum eisini okkurt ælið. Hitin um 7 til 10 stig í dag og í morgin. Í nátt í støðum niður í 2 stig.
Sunnudagin
Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Út á dagin lot til frískt lot av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft, sólglottar, og okkurt ælið. Hitin 8 til 11 stig, um náttina niður í 5 stig í støðum.
Mánadagin
Lot til frískt lot av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft, ælaveður, men eisini sólglottar. Hitin 7 til 11 stig.
Týsdagin
Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður, men út á dagin yvirhøvur turt. Út á kvøldið lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s og skýggjað. Hitin 4 til 8 stig.
Mikudagin
Frískt lot til frískan vind av fyrst av landsynningi og út á dagin av útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og regn. Hitin 7 til 12 stig.
Hósdagin
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og regn, men út á dagin slítur í. Hitin 7 til 12 stig.