Innanlands

So stórt er Norwegian Jade

Risastóra ferðamannaskipið, ið kom á Havnina í morgun er næstan 300 metrar langt

So stórt er Norwegian Jade

Mynd: Sámal P. Danielsen

2018-07-11 18:42 Author image
Alda Nielsdóttir

 

Ferðamannaskipið Norwegian Jade, ið kom á Havnina klokkan sjey í morgun, er næstan 300 metrar langt, og hevur pláss til 2402 ferðafólk, men kann taka upp til 3590 ferðafólk. Manningin telur 1037 mans.

Tað er Norwegian Cruise Lines, ið eigur skipið. Tað kom úr Akureyri í Íslandi á veg til Invergordon i Skottlandi.

Fleiri myndir síggjast her.

placeholder
placeholder