Innanlands

Gátufør boð skaptu ótta á Glasi

Einki er at óttast, vissar leiðslan á skúlanum um.

2019-02-01 08:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Orðini ’school shooting’ á eini app førdu til eitt sindur av panikki á miðnámsskúlanum Glasi í gjárkvøldið.

Talan er um appina Jodel, sum serliga ung fólk brúka. Her ber til at samskifta uttan at geva seg til kennar hvør ein er.

Í gjárkvøldið var tað ein, sum skrivaði: ”Tit á glasi, ikki komið í skula i morgin”. Fleiri undraðust, sum skilst, men tá onkur annar svaraði ”School shooting?”, fóru fleiri at óttast.

Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi, greiddi í útvarpinum fyri løtu síðani, at leiðslan á skúlanum valdi at venda seg til løgregluna, tá fleiri – næmingar og foreldur – settu seg í samband við hann í gjárkvøldið.

Portalurin skrivaði um málið í gjárkvøldið, tó uttan at nevna hetta við ”school shooting”.

Les: Jodel elvir til ótta millum næmingar á Glasi 

Løgreglan hevði í morgun einki nýtt at fortelja um málið.

- Vit koma við einum tíðindaskrivi um ein hálvan tíma, ella har á leið, segði vakthavandi, tá Portalurin fregnaðist.

Tað var klokkan 06.50, men enn er einki tíðindaskriv komið frá politinum enn.

Rektarin á Glasi segði fyri útvarpinum í morgun, at leiðslan tekur ongar kjansir, tá talan er um trygdina á skúlanum. Tað er orsøkin til, at tey meldaðu málið í gjárkvøldið.

Men tey eru eisini vissað um, at eingin vandi er á ferð. Viðkomandi, sum skrivaði upprunaligu boðini hevur sjálv/ur vent sær til leiðsluna og er avhoyrd/ur av løgregluni. Eingin álvarslig hóttan lá í boðunum, og tí er leiðslan á skúlanum eisini sannførd um, at einki er at óttast.

Tað skrivaði Bogi Bech Jensen eisini í einum boðum til næmingarnar í nátt 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder