Innanlands

Jan Lamhauge: Stjórin segði skeivar søgur fyri journalistum

Jan Lamhauge sigur í viðmerkingum til málið um Liljuna Weihe, at Johnny í Grótinum antin tilvitað leyg ella av líkasælu segði ósatt um skattamálið fyri journalistum

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-02-11 11:20 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Tað er trupult hjá mær at staðfesta, hvussu tilætlað tað var, tá Johnny í Grótinum segði villeiðandi søgurnar - um hann "leyg" ella bara "segði ósatt" í líkasælu. Men tað er ilt at trúgva, at tað ikki var tilætlað, tí Johnny í Grótinum var so óvanliga áhugaður og ágangandi í málinum. 

Soleiðis skrivar Jan Lamhauge í rættiliga drúgvum viðmerkingum, sum hann hevur gjørt til málið um tíðindaleiðara í Kringvarpinum, og sum Portalurin hevur fingið innlit í. 

Les eisini: Johnny í Grótinum: Jan Lamhauge livir í síni egnu boblu 

Johnny í Grótinum er ikki longur stjóri í Kringvarpinum, eftir at hann gjørdi avtalu við kringvarpsstýrið, tá hann hevði skrivað greinar fyri aðrar miðlar um skattamálið og Liljuna Weihe. 

Jan Lamhauge sigur í sínum viðmerkingum, at Johnny í Grótinum misskilti skattamálið í langa tíð, men at hann áhaldandi bar søgur og upplýsingar um málið. 

- Hann var fakfólk innan bankaverðina, og hann var ikki í iva um, at tað var ein katastrofa, at TAKS hevði noktað Eik frádráttin. Hann var fakólk, tað vóru journalistarnir ikki, legði KVF-stjórin dent á, sigur Jan Lamhauge og sipar til fund á útvarpsredaktiónini tá fyrrverandi stjórin luttók. Jan Lamhauge sigur víðari, at tað ikki var fyrr enn Jørn Astrup ringdi til stjóran, at hann viðgekk, at hann hevði misskilt málið í hálvtannað ár. 

Jan Lamhuage er sjálvur í farloyvi frá starvi í Kringvarpinum. Tað var tó Jan Lamhauge, sum gjørdi serligar sendingar um EIK og teirra skattamál, og tað var júst undir skattamálinum, at ósemja tók seg upp ímillum Johnny í Grótinum og tíðindaleiðaran í Kringvarpinum. Johnny í Grótinum hevði sambært Liljuni Weihe ein so aktivan leiklut í skattamálinum, at hon sat eftir við "einari kenslu av ovurhondsstórum eftirliti og misáliti frá stjóranum." 

Men Jan Lamhauge sigur í sínum viðmerkingum til málið um tíðindaleiðaran, at stjórin bar skeivar søgur til journalistar í skattamálinum. 

- Óansæð hansara motiv, so var realiteturin, at hansara søgur vóru villeiðandi, og tær vórðu sagdar móti betri vitan, greiðir Jan Lamhauge frá. Hann leggur afturat, at Johnny í Grótinum er moralskt samsekur í skattamálinum. 

- So ella so merkti hetta, at KVF-stjórin var við til at dekka út yvir ólógliga frádráttin, sum hansara vinir og kenningar vóru blandaðir uppí. Eftir mínum tykki var KVF-stjórin tí tann, sum hevur mest at skammast av í "skattamálinum". Hann er moralskt samsekur við sínum bankavinum, sigur Jan Lamhauge. 

Les eisini: Málið um tíðindaleiðaran: Vita ikki nær niðurstøða kemur í málinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder