Innanlands

Ruth Vang visti av ongum

Ruth Vang visti einki um, at landsstýrismaðurin í lógarmálum fór at bjóða til tíðindafund í dag og leggja fram um fosturtøkulógina. Í Framsókn eru tey ikki samd um málið.

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í løgmálum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum og forkvinna í Framsókn (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í løgmálum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum og forkvinna í Framsókn (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-01-08 20:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, bjóðaði seinnapartin inn til tíðindafund, har kunnað var um at broytingar í fosturtøkulógini vóru sendar til hoyringar.

Innbjóðingin til miðlarnar um tíðindafund klokkan 14 hjá Løgmálaráðnum kom klokkan hálvgum tólv. Men Ruth Vang visti av ongum, og í Framsókn eru tey heldur ikki samd um málið.

Tað segði Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, og harvið eisini forkvinna hjá landsstýrismanninum, Bjarna Kárason Petersen, í Degi og viku í kvøld.

- Tá vit viðgjørdu hetta málið í sambandi við løgtingsvalið vóru vit tilvitað um ikki at brúka orðið fría fosturtøku, tí júst hetta við fríari føsturtøku hava nøkur í flokkinum tað nokkso truputl við. Og tí kann eg ikki siga, at vit sum flokkur eru fyri fríari fosturtøku.

- Men vit halda, at lógin eigur at vera dagførd, leggur Ruth Vang afturat.

Hon sigur eisini, at hon visti, at arbeitt var við málinum, men at ein tíðindafundur skuldi vera í dag, visti Ruth Vang einki um.

Les eisini: Endamálið er at minka um talið á abortum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder