Innanlands

Máttu halda skil á, meðan fótbóltsfjepparar fóru av landinum

Í allan gjár var løgreglan til staðar á flogvøllinum og syrgdi fyri, at alt gekk friðarliga fyri seg, tá kroatisku fótbóltsfjeppararnir fóru avstað aftur

(Mynd: Tórir Photo)

(Mynd: Tórir Photo)

2024-08-03 09:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Flestu kroatisku fjeppararnir, sum komu til Føroya í sambandi við Conference League-dystin millum HB og Hajduk Split, eru farnir av landinum aftur.

Av flogvøllinum í gjár kom áheitan um, at fáa løgreguna at vera til staðar at tryggja, at alt gekk friðarliga fyri seg.

Og tað gekk sum so friðarliga fyri seg, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini. Har vóru løgreglufólk til klokkan 20 í gjárkvøldið meðan teir spakuliga fóru við seinkaðu flogførunum gjøgnum dagin í gjár.

Okkurt veggjakrutl var onkustaðni, men tað bleiv ikki til nakran harðskap.

Ein maður varð fríggjanáttina tikin við á støðina at sova rúsin av sær. Hann var ólátaður og hevði blaka eina fløsku á vegin um hálvgun trý tíðina í miðbýnum í Havn. Hann fekk eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, og skuldi rinda 3000 krónur áðrenn hann slapp av landinum.

Nú er løgreglan at eftirmeta vitjanina av hesum kroatisku hooligans, sum kom heldur óvæntað, og hevur fylt nógv seinastu dagarnar.

Les eisini: Løgreglumaður sligin í nakkan av kroata

Les eisini: Hóast opinlýsta kokainnýtslu er eingin handtikin fyri tað

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder