Innanlands

Valið um forfólkasessin í Tjóðveldi kann føra til nýtt løgtingsforfólk

Verður Bjørt Samuelsen vald til forkvinnu í Tjóðveldi, leggur hon frá sær sum løgtingsforkvinna

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-30 20:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Verður Bjørt Samuelsen vald til forkvinnu í Tjóðveldi á eykaflokstingi leygardagin, leggur hon frá sær sum løgtingsforkvinna.

Tað segði hon við útvarpið í kvøld.

- Tað er eingin ivi um, at tað kann ikki sameinast at vera forkvinna í einum flokki og sita sum løgtingsforkvinna. Um tað verður beinanvegin, ella um man letur eina tíð ganga, má eg taka upp við mínar floksfelagar, men lat okkum nú síggja hvat hendir leygardagin, segði Bjørt Samuelsen við útvarpið.

Stríðsval verður nevniliga um forfólkasessin í Tjóðveldi. Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen eru báðar stillaðar upp til valið, sum verður leygardagin seinnapartin.

Høgni Hoydal var formaður floksins í 24 ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Les eisini: Tað verður Bjørt ella Sirið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder