Boðað verður frá nógvum vindi í kvøld og fyrrapartin í morgin, og í hesum sambandi boðar Strandferðslan frá fleiri avlýsingum á bygda- og oyggjaleiðunum.
Les eisini: Smyril avlýsir túrar í kvøld og hósmorgunin
Í morgun varð boðað frá, at Smyril hevur avlýst fleiri túrar í kvøld og fyrrapartin í morgin, og nú verður boðað frá, at Teistin hevur avlýst túrarnar hósmorgunin klokkan 6.45, 7.45, 7.15 og 8.15, og at Sam heldur ikki siglur túrarnar klokkan 6.40 og 7.00 hósmorgunin. Um viðrar verður siglt úr Klaksvík klokkan 8.00 og úr Syðradali klokkan 8.20.
Fleiri bygdaleiðir gevast eisini við koyringini fyrr enn ætlað í kvøld:
(Skíggjamynd: ssl.fo)
Fyrrapartin í morgin verður eingin korying á bygdaleiðum, boðar Strandferðslan frá. Kunning um, nær koyringin fer í gongd aftur, verður tøk um middagsleitið í morgin á ssl.fo, verður sagt.
Les eisini: Løgreglan: Tryggið leysar lutir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald