Uttanlands

Fundur um tvístatsloysn í Miðeystri

Umboð úr 80 londum og felagsskapum luttaka á fundinum, sum verður í Oslo mikudagin

Norski uttanríkismálaráðharrin, Espen Barth Eide (Mynd: EPA)

Norski uttanríkismálaráðharrin, Espen Barth Eide (Mynd: EPA)

2025-01-13 16:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin savnast umboð úr fleiri enn 80 londum og felagsskapum í Oslo at umrøða eina tvístatsloysn í stríðnum millum ísraelar og palestinar, skrivar norska stjórnin í tíðindaskrivi í dag.

Millum luttakararnar er m.a. palestinski forsætisráðharrin, Mohammad Mustafa, men enn hevur einki umboð úr Ísrael boðað frá luttøku.

Norski uttanríkismálaráðharrin, Espen Barth Eide undirstrikar, at tað hevur stóran týdning at finna eina varandi loysn í stríðnum, samstundis sum arbeitt verður við at gera eina avtalu um vápnahvíld.

– Vit skulu framhaldandi arbeiða fyri at fáa ein enda á krígnum, samstundis sum vit eisini arbeiða fyri at fáa eina haldføra loysn í stríðnum, sum tryggjar sjálvsavgerðarrætt, sigur hann.

– Har er breið undirtøka fyri einari tvístatsloysn, men altjóða samfelagið má gera meira fyri at gera hetta til veruleika.

Les eisini: Biden tosað í telefon við Netanyahu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder