Russland hevur við skuggaflota sínum ov nógvar møguleikar at hóreiggja sær sum tað vil í Eystrasalti. Tí skal hetta virksemi støðgast. Tað halda fleiri Nato-lond.
Nato-londini kring Eystrasalt eru í dag savnað í finska høvuðsstaðnum, Helsingfors, at tingast um hvussu tey kunnu betra um trygdina eftir at fleiri tilburðir av sabotasju móti kritiskum undirstøðukervi eru staðfestir.
- Hetta vísir, at okkara revsitiltøk ikki eru nóg mikið. Vit mugu herða tey, segði forsetin í Litava, Gitanas Nausėda, tá hann kom á fundin í Finnlandi, skrivar Ritzau.
Tað er ikki møguligt at hava tamarhald á øllum, sum hendir í Eystrasalti, heldur lettiski forsetin, Edgars Rinkevics.
- Latið okkum ásanna tað. Vit kunnu ikki tryggja 100 prosent verju, men vit skulu senda eini greið boð, sigur Rinkevics, sum heldur at Eystrasalt eigur at steingjast fyri skuggaflotanum.
Edgars Rinkevics, forseti í Lettlandi (Mynd: EPA)
Um jólini fóru finskir myndugleikar umborð á skipið Eagle S, sum var undir illgruna fyri tilvitað at hava oyðilagt ein undirsjóvarkaðal millum Estland og Finnland.
Les eisini: Skuggaflotin tekur sær av russiska oljuútflutninginum
Eigarin av skipinum, ið siglir undir flagginum hjá Cooksoyggjum, hevur roynt at fáa skipið leysgivið, men Finnland hevur víst hesum aftur. Skipið liggur framvegis í Finsku Víkini, nakað eystan fyri Helsingfors.
Finnland hevur eisini sýtt fyri, at størsti parturin av manningini sleppur av landinum.
- Eg haldi, at Finnland hevur gjørt tað rætta. Hetta er fyrstu ferð, at vit senda eini greið boð í staðin fyri bara at kanna, kanna og kanna, sigur Rinkevics.
Hann leggur afturat, at Lettland fer at fylgja finska fyridøminum, um okkurt líknandi hendir í lettiskum sjógvi, og onnur lond – so sum Danmark og Svøríki – eiga sambært honum at gera tað sama.
Eisini svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, er til reiðar at herða handfaringina av skipunum í russiska skuggaflotanum.
- Vit skulu gera tað, sum er neyðugt til tess at gera Eystrasalt trygt aftur, segði Kristersson á veg til fundin í Finnlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald