![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Elisabeth Anderssson, ákæru váttar, at tað er 35 ára gamli Rickard Andersson, sum er undir illgruna fyri at standa aftanfyri skottilburðin í svenska býnum Örebro týsdagin í farnu viku.
Fleiri svenskir miðlar høvdu frammanundan borið tíðindini um, at talan var um 35 ára gamla Rickard Andersson, sum er fyrrverandi næmingur á Rigsbergska-skúlanum, sum er ein útbúgvingarstovnur fyri vaksin, har tilburðurin fór fram. Andersson varð funnin deyður av løgregluni.
Málið verður enn kannað av løgregluni. M.a. verður kannað, um 35 ár agamli maðurin arbeiddi einsamallur, ella um har eru onnur uppií, skrivar Ritzau.
Sunnukvøldið boðaði løgreglan frá á tíðindafundi, at har ikki var nakað greitt motiv aftanfyriskottilburðin.
Rickard Andersson skeyt og drap sjey kvinnur og tríggjar menn. millum 28 og 68 ára aldur. Síðani skeyt hann eftir øllum at døma seg sjálvan.
Fyri at minnast tey, sum lótu lív, verður tøgn í ein minutt á middegi í morgin um alt Svøríki.
Les eisini: Kristersson: Alt Svøríki syrgir saman við tykkum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald