Innanlands

Ingilín fer í farloyvi eftir vónbrot í løgtinginum

Dylir ikki fyri, at hon er ónøgd yvir at flokkurin ikki tillutaði henni tyngri umboðan í løgtingsnevndunum

Ingilín D. Strøm (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Ingilín D. Strøm (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-02-20 12:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ingilín Didriksen Strøm dylir ikki fyri, at hon er ógvuliga vónsvikin av nevndarvalinum, sum var í løtginginum í dag. Tí at hon, sum næstvald á javnaðarlistanum, hevði væntað – og helst eisini fingið lovað – eina tyngri umboðan í løgtingsnevndunum.

Men tað gjørdist ikki úrslitið, tá Javnaðarflokkurin loksins rokeraði sínar nevndarlimir í dag.

Les: Bert smávegis broytingar í nevndarsamansetingini

Í samrøðu við útvarpið á døgurða segði Ingilín D. Strøm, at hon góðtekur avgerðina, sum flokkurin hevur tikið, men dylir ikki fyri, at hon er misnøgd.

Hon upplýsti eisini, at hon nú tekur farloyvi frá tingarbeiðinum í eina tíð, og “so taka vit tað harfrá”. Meira vildi hon ikki siga um avgerðina.

Eyðgunn Samuelsen, tingbólkaforkvinna hjá Javnaðarflokkinum og forkvinna í fíggjarnevndini greiddi frá, at tað er vanligt, tá landsstýrisfólk verða skift út, at teir nevndarsessirnir, ið verða leysir, skifta eigara, og tað er tað, sum er hent í hesum føri.

Eyðgunn Samuelsen vildi ikki taka støðu til, um nevndarbýtið er rímiligt, tá hugsað verður um, at Ingilín D. Strøm er tann í tingbólkinum, sum fekk nógv flestar persónligar atkvøður á løgtingsvalinum seinast.

Men hon greiddi frá, at ein avtala er gjørd við Bjarna Hammer, at Ingilín D. Strøm, sum varalimur fyri hann, tekur sær av nøkrum av málunum í fíggjarnevndini, og tekur sæti í nevndini, tá hesi mál eru fyri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder