
Tað er als ikki so ringt, sum tað verður gjørt til. Í øllum førum ikki sambært Akseli V. Johannesen, løgmanni og formanni í Javnaðarflokkinum, sum í kvøld á Facebook tók samanum vikuna.
Hann vísir aftur, at hann skal umhugsa at leggja frá sær, og so er tað heldur einki rok í Javnaðarflokkinum. Hetta hóast Ingilín Didriksen Strøm er farin í farloyvi, tí hon var ónøgd við nevndarvalið.
Les eisini: Ingilín fer í farloyvi eftir vónbrot í løgtinginum
- Eg vil staðfesta, at eg fari ikki at leggja frá mær sum formaður í Javnaðarflokkinum. Og tað er heldur ikki rætt, at tað er nógv rok í Javnaaðrflokkinum. Vit hava ein sterkan tingbólk og landsstýrismanning, har vit samstarva framúr væl og eru samd um tað mesta, segði Aksel V. Johannesen.
Aksel V. Johannesen hevur seinastu fríggjadagarnar tikið samanum vikuna í beinleiðis videoupptøku á Facebooksíðuni hjá Javnaðarflokkinum.
Hann greiðir frá um nevndarvalið sum endaði við, at Ingilín Didriksen Strøm, sum er næstvald á javnaðarlistanum, fór í farloyvi fyribils.
- Tá man hevur eitt skifti í landsstýrinum í úrtíð, skapar tað avbjóðingar. Tað er vanligt at fólkið, sum fer í løgtingið, tekur teir sessirnar, sum eru tøkir. Hesaferð hava vit gjørt tað eitt sindur øðrvísi, men tað er trupult at endavenda øllum tingnevndunum, tí man hevur eina avtalu at halda seg til tá man eftir valið skipaði seg í løgtinginum.
- Men rok í tingbólkinum Javnaðarflokkinum er tað ikki. Í hesum førinum var tað ikki full semja um hvussu nevndirnar skulu veljast, men so er tað leiðslan í flokkinum sum sker í gjøgnum og tað er gjørt í hesum førinum, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald