
Herning, Danmark (Portalurin): Føroyska umboðið til kvøldsins songkapping í Jútlandi er ikki "bert ein av átta luttakarum".
Hon er greiði favoritturin hjá veddingarfyritøkunum og viðmerkjarunum, og tað hevur Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen verið frá byrjan.
Í samrøðum við Portalin hevur 30-ára gamla havnarkvinnan víst á, at tað sjálvandi gevur eitt ávist eyka trýst, og at tað hevði verið eitt "størri niðurlag", um tað ikki eydnast at vinna seg til Eurovision. Tó roynir Sissal Jóhanna bara at hugsavna seg um avrikið á degnum, og ikki at tað eru so nógv onnur dugnalig við til kappingina
Sí eisini:
Sissal roynir at lata vera við at hugsa um favorittleikutin
- Sissal hevur stjørnudygdir (video)
Hoyr alla ljóðsamrøðuna við Sissal HER
Størsti favoritturin í tólv ár
Í 2013 vann unga Emmelie de Forest sannførandi bæði Melodi Grand Prix og Eurovison.
Hetta er fyribils seinastu ferð, at Danmark hevur vunnið evropeisku kappingina. Til undankappingina í Danmark var Emmelie de Forest eisini risafavorittur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Peter Emmike Rasmussen, sum setur odds fyri Danske Spil, sigur við dr.dk, at tað ikki hevur verið ein so greiður favorittur til Melodi Grand Prix síðani júst Eurovision-vinnarin í 2013.
Tað er ein so stórur favoritttleiklutur, at á pappírinum er eingin ivi. Tað er tó sjálvandi á pallinum í Jyske Bank Boxen, at tað verður avgjørt. Sjálvt "showið", við øllum sum fylgir við, kann hava nógv at siga, vísa viðmerkjarar á.
Peter Emmike Rasmussen peikar á, at tað at Sissal Jóhanna er føroyingur hjálpir. Men so er tað sjálvandi eisini sjálvur sangurin, sum er serstakur í mun til hinar
- Sangurin hevur eitt gott niðurlag, og skilur seg út frá restini av ársins sangum, sum minna eitt sindur meira um hvønn annan. Sissal er eisini fødd í Føroyum, og tað er vanliga ein fyrimunur í Grand Prix - hetta tí at man helst fær "eyka atkvøður har", tí føroyingar gjarna vilja stuðla einum.
Til ber atkvøða í appini DR Grand Prix (Føroyska umboðið er: 7. Sissal - 'Hallucination' - Send HAL til 1212) Til stóra showið leygardagin ber eisini til at atkvøða við sms til 1212. Við sms krevst, at tú hevur pengar á tínum nummari. Hetta kann gerast umvegis sjálvavgreiðslurnar hjá Føroya Tele og Nema.
Sí eisini: Sissal er 12. føroyska umboðið í Melodi Grand Prix
Í 2023 vann Rani Petersen úr Havn Melodi Grand Prix. Havnarmaðurin var eisini favorittur tá, og DR, ið sendir í kvøld klokkan 19, vísir á, at fimm av seinastu sjey árunum hevur favoritturin frammanundan vunnið stóru sangkappingina. Eingin teirra hevur verið eins stórur favorittur, sum Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen er í dag.
Danska Melodi Grand Prix byrjar klokkan 19 føroyska tíð. Tað sæst ikki í Kringvarpinum men á DR í sjónvarpinum ella á DRTV á heimasíðuni. Portalurin er á staðnum við beinleiðis bloggi við myndum og tí nýggjasta úr Herning. Í løtuni hittur hon miðlarnar í Boxini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald