Tað fær eftir øllum at døma ongar avleiðingar fyri tingbólkaforkvinnuna í Tjóðveldi, at hon um vikuskifti á flokstinginum kallaði Páll á Reynatúgvu, floksfelaga og tingformann, fyri ein stóran egoist og psykopat.
- Eg taki frástøðu frá orðunum sum eru søgd, men fyrst og fremst er hetta eitt persónligt menniskjaligt mál. Vit hava ikki viðgjørt hetta sum eitt politiskt mál, og spurningurin skal loysast teirra millum.
Tað segði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, við Dag & viku í kvøld.
Annars vildi Høgni Hoydal ikki siga so nógv. Hann endurtók fleiri ferðir, at talan er um eitt persónligt mál, og ikki politiskt. Hann segði eisini, at orkan í flokkinum nú skal brúkast uppá tey málini, tey eru samd um.
Tað var sunnudagin seinnapartin at bumban í Tjóðveldi brast, tá tað kom fram, at Annita á Fríðriksmørk í einari privatari samrøðu, sum av óvart varð stroymd á netinum, hevði havt óhepnar útsagnir um Páll á Reynatúgvu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald