Tað er framvegis óstortligt veður í fleiri støðum í Føroyum, og annan dagin á rað ávirkar veðrið siglingina um Suðuroyarfjørð.
Í gjár vórðu bert tveir av teimum seks túrunum á føstu ferðaætlanini sigldir. Í dag, hósdagin 29. januar, eru tveir túrar tiknir av skránni.
Sambært heimasíðuni hjá Strandferðsluni er talan um túrarnar av Havnini klokkan 14.15 og av Krambatanga klokkan 17.30, sum ikki verða ikki sigldir.
Harvið siglir Smyril sum vanligt fyrrapartin. Síðani liggur skipið á Havnini frá stutt eftir klokkan 13 og til klokkan 21.15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald