Innanlands

Skulu kanna eldsbrunan nærri

Húsini, sum brendu á Tvøroyri í gjárkvøldið eru rættiliga illa farin

2026-01-30 08:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag fara serfrøðingar frá løgregluni til Suðuroyar at kanna eldsbrunan, sum var á Tvøroyri í gjárkvøldið.

Tað var nakað fyri klokkan seks í gjárkvøldið, at boðað varð frá eldsbrunanum, logarnir vóru tó so stórar, at boð mátti sendast eftir hjálp frá sløkkiliðnum í Vági við sløkkiarbeiðinum. Um hálvgun átta tíðina var eldurin sløktur, men húsini eru heilt illa farin, upplýsir løgreglan.

Les eisini: Eldurin á Tvøroyri sløktur – húsini illa farin

Illgruni er um, at eldurin møguliga er uppstaðin í sambandi við matgerð, men tað kann tó ikki staðfestast fyrr enn serfrøðin hevur gjørt kanningar á staðnum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder