Nýggja hotellið í Klaksvík, KG, hevur nú latið upp fyri bíleggingum, og eftir ætlan fara fyrstu gestirnir at gista á hotellinum fyrst í mai. Tað upplýsir norðurlendska hotellketan Strawberry í tíðindaskrivi, sum er sent út í vikuni.
Hotel KG er nevniliga – saman við Hotel Føroyum í Havn – partur av umfatandi Strawberry ketuni hjá norska ríkmanninum, Petter Stordalen.
Og í dag kundi Norðlýsi eisini avdúka hvør verður stjóri á hotellinum. Tað er 36 ára gamli Eirikur Jákupsson, sum skal standa á odda fyri nýggja hotellinum.
Les: Hann skal stýra nýggja hotellinum í Klaksvík
Við at vera ein partur av Strawberry konseptinum, kann roknast við, at nýggja hotellið fær framúr góða reklamu í útlondum. Eitt nú hevur Petter Stordalen fleiri hundraðtúsund fylgjarar á Instagram umframt øðrum miðlum, og hann hevur longu gjørt nógv fyri at vísa á Føroyar sum spennandi ferðamál.
Strawberry er eisini sokallað loyalitetsprogram, og hetta merkir, at allir limirnir hjá hotelketuni nú fáa kunning um møguleikan at gista á einum spildurnýggjum hotelli í Klaksvík.
Restaurant Sand og Alda Spa
Í tíðindaskrivinum, sum Strawberry sendi út í vikuni, sigur norski ríkmaðurin, Petter Stordalen, soleiðis um nýggjasta hotellið tilboðið hjá ketuni:
- Eg eri ótrúliga fegin um, at Strawberry er vald sum partnari hjá KG. Vit vita, at limir okkara fara eftir bestu upplivingunum í Norðurlondum, og eg havi sjálvur sæð, hvussu væl hotellið er staðsett mitt í Klaksvík. Við fyrstafloks spa og frálíkum ráðstevnumæguleikum fer Hotel KG at bjóða eitt stórfingið og einastandandi umhvørvi fyri bæði privatar feriur og virkisferðir.
Les samrøðu við Petter Stordalen í BlaðnumVikuskifti gjørd í sambandi við at vælveruhúsið Ress hjá Hotel Føroyum lat upp í august: Hotel Føroyar partur av norskari hotellketu
Á Hotel KG verða 83 kømur og ein matstova, Restaurant Sand, har dentur verður lagdur á lokalar rávørur og siðir. Eisini verður eitt fyrstafloks vælveruøki, Alda Spa, við hitapottum uttandura, sauna við útsýni út á vágna og møguleikum fyri vøddamýking og øðrum spa-viðgerðum.
Dýrt at gista á Summarfestivalinum
Longu nú er møguleiki at bíleggja kømur á KG. Prísstøðið liggur á umleið 1.200 krónur fyri eitt kamar fyri tvey við morgunmati, tá bílagt verður í góðari tíð.
Tað er enn pláss at gista á nýggja hotellinum meðan Summarfestivalur er í býnum í august. Men tá er prísurin ein heilt, heilt annar. Tvær nætur frá fríggjadegi 7. til sunnudagin 9. august kosta knappar 8.000 krónur fyri dupultkamar við morgunmati.
Strawberry sigur soleiðis um hotellketuna: Stawberry er ein portalur við einum breiðum útboði av hotell-, fundar- og ráðstevnumøguleikum, matstovum og spa umframt serligum fyrimunum fyri partnarar og limir. Við í ketuni eru 240 hotell av slagnum Comfort Hotel, Quality Hotel, Clarion Hotel og Home Hotel umframt 40 sjálvstøðug hotell. Gjøgnum appina og heimasíðuna hjá Strawberry fáa gestir og limir atgongd til ein hóp av møguleikum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald