Innanlands

- Kann ugga Javnaðarflokkin við at tað ber til at venda gongdini

Í fyrstu veljarakanningini sum formaður í Fólkaflokkinum, stóð Beinir Johannesen við fýra tingfólkum og tólv prosentum - neyvt tí sama sum Javnaðarflokkurin stendur at fáa í dagsins veljarakanning

- Tá kann tað næstan bara kann ganga hinvegin, staðfestir Beinir Johannesen, ið tó hvørki viljdi geva alt ov nógv ráð ella sum heild tosa ov nógv um aðrar flokkar (Mynd: Sverri Egholm)

- Tá kann tað næstan bara kann ganga hinvegin, staðfestir Beinir Johannesen, ið tó hvørki viljdi geva alt ov nógv ráð ella sum heild tosa ov nógv um aðrar flokkar (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-05 16:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Nú veit eg ikki, um eg skal geva teimum ið so góð ráð.

Soleiðis helt Beinir Johannesen heldur skemtandi fyri, tá vit á middegi spurdu 28-ára gamla politikkaran um støðuna hjá størsta samgonguflokkinum, Javnaðarflokkinum. Hetta í sambandi við veljarakanningina, sum Spyr.fo hesa vikuna hevur gjørt fyri Portalin og FM1

Sí eisini: - Kemur óvart á við so góðari veljarakanning

Formaðurin í Fólkaflokkinum kann í dag fegnast, meðan pápabeiggin, Aksel V. Johannesen, man stúra og vera í døpurhuga. Javnaðarflokkurin gongur enn einaferð aftur, og stendur við fýra tingfólkum (12,4 prosentum) í feskastu veljarakanningini. Harvið sær løgmansflokkurin út til at fáa sítt vánaligasta val síðani 1994.

Sí eisini: 22-11 til andstøðuna - Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin bløða

Beinir Johannesen vildi ikki tosa so ítøkiligt um støðuna hjá øðrum flokkum, men hann hevur staðið í líknandi støðu sum formaðurin í Javnaðarflokkinum: Við fýra tingfólkum og tólv prosentum í einari veljarakanning fyri ein stóran flokk.

- Í fyrstu veljarakanningini eg hevði sum formaður, stóðu vit til at fáa fýra tingfólk - haldi tað var tólv prosent - og tá kann man onkursvegna ugga seg við, at tað næstan bara kann ganga hinvegin. Og tað ber til at venda gongdini - kann eg eisini ugga Javnaðarflokkin við.

Hoyr alla samrøðuna við Beinir Johannesen her

Veljarakanningin, sum Beinir Johannesen sipar til, var stutt fyri løgtingsvalið í 2022. Har endaði Fólkaflokkurin, tá samanumkom, við nærum 19 prosentum av atkvøðunum og seks tinglimum.

Framsókn fekk eisini eina keðiliga veljarakanning, og stendur nú til bert ein tinglim - flokkurin hevur altíð havt minst tveir. Ruth Vang viðmerkti støðuna í tinginum fyrr í dag:

Hoyr eisini: Ruth: - Hetta gevur høvdið til rannsakan í Framsókn

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder