Innanlands

Eftir vánaligu veljarakanningina: Løgmaður verður í tíðindunum á FM1 klokkan 17

Aksel V. Johannesen fer at seta orð á støðuna, nú Javnaðarflokkurin bert stendur til at fáa fýra tingfólk og tólv prosent av atkvøðunum

Formaður Javnaðarfloksins má vera í døpurhuga um útlitini til valið, ið verður einaferð seinni í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Formaður Javnaðarfloksins má vera í døpurhuga um útlitini til valið, ið verður einaferð seinni í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-05 16:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Javnaðarflokkurin fekk ein ordans frammaná í veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri FM1 og Portalin í dag.

Sì alla veljarakanningina og les meira her

Í mun til valið í 2022 gongur størsti samgonguflokkurin aftur við fimm tingfólkum og við yvir tólv prosentum.

Hetta er tann vánaligasta av fleiri veikum veljarakanningum hjá Javnaðarflokkinum seinastu árini.

Klokkan 17 verður formaður floksins, og løgmaður, Aksel V. Johannensen, at hoyra í tíðindunum á FM1. Har fer hann at seta orð á støðuna.

Lurta eftir FM1 her - ella á vanligu frekvensunum

Sí eisini: 22-11 til andstøðuna

Framsókn fekk eisini eina keðiliga veljarakanning, og stendur nú til bert ein tinglim - flokkurin hevur altíð havt minst tveir. Ruth Vang viðmerkti støðuna í tinginum fyrr í dag:

Ruth: - Hetta gevur høvdið til rannsakan í Framsókn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder