- Hetta hevur verið ein alt annað enn góður dagur.
Aksel V. Johannesen dylir ikki fyri, at feskasta veljarakanningin, sum kom út á middegi, hevur rakt meint.
Hon sigur søguna um ein flokk, sum stríðist og ikki tykiskt sleppa burturúr tí: Javnaðarflokkurin liggur nú á bert fýra tingfólkum og við tólv prosentum av atkvøðunum. Bæði eru meira enn tvífalda afturgongd, í mun til góða valið í 2022.
Sì veljarakanningina og les meira her
Sí eisini: 22-11 til andstøðuna: Javnaðarflokkurin og Framsókn bløða
Formaðurin hjá Javnaðarflokkinum heldur, at flokkurin og samgongan hava avrikað nógv - tó at undirtøka ikki er fyri styttu arbeiðsvikuna. Men samgonguleiðarin, og tann við evstu ábyrgd í størsta samgonguflokkinum, noyðist at ásanna, at veljararnir ikki eru samdir.
Aksel V. Johannesen hevur eisini hug at peika á, at rákið síðani valið fyri stórum trimum árum síðani, er broytt nakað: - Kanska tað er farið meira til høgru, og tað bjóðar okkum kanska av sum flokk.
- Millum annað við at hava avgjørdar meiningar í ymiskum málum, tí at kanska onkur í flokkinum vilja fylgja rákinum, meðan onnur aboslut ikki vilja tað. Har skulu vit megna betri at finna eitt felags stev.
Hoyr alla samrøðuna við Aksel V. Johannesen frá klokkan 17 her
Sí eisini: Beinir: Kann ugga Javnaðarflokkin við at tað ber til at venda gongdini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald