Innanlands

- Vit í Framsókn hava verið heldur friðarlig - eitt nú í sambandi við Suðuroyartunnilin

- Vit hava ongantíð verið niðri á einum mandati, so hetta gevur høvi til rannsakan, og vit skulu til arbeiðis, staðfestir Ruth Vang eftir vánaligu veljarakanningina hjá flokkinum

Vit eru ikki populistisk og lova í eyst og vest, men skulu kanska vera minni kúrr - millum annað í málinum um Suðuroyartunnlinum - og meira sjónlig sum heild (Mynd: Sverri Egholm)

Vit eru ikki populistisk og lova í eyst og vest, men skulu kanska vera minni kúrr - millum annað í málinum um Suðuroyartunnlinum - og meira sjónlig sum heild (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-06 07:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg haldi kanska, at vit hava verið eitt sindur friðarlig í eina tíð. Eg dugi ikki at hefta hetta úrslitið uppá nakað ávist hjá okkum í Framsókn. Tann síðsta veljarakanningin hjá tykkum, fyri nøkrum mánaðum síðani, var serliga góð. Eg...eg. Ja,ja: Hetta gevur høvi til rannsakan

Tað var ein heldur bilsin Ruth Vang, sum FM1 og Portalurin fingu orðið á, stutt eftir at okkara nýggjasta veljarakanning, sum Spyr.fo gjørdi í vikuni, var almannakunngjørd á middegi í gjár

Hon gav serliga Javnaðarflokkinum og Framsókn ein frammaná. Í mun til valið í 2022 missa hesir samgonguflokkarnar ávikavist fimm og tvey tingfólk, sum er meira enn helmingurin hjá Javnaðarflokkinum og tveir triðingar hjá Framsókn.

Les meira: 22-11 til andstøðuna: Javnaðarflokkurin og Framsókn bløða

Sí eisini: Aksel V. Johannesen: - Høgrarákið er kanska ein avbjóðing fyri okkum sum flokk

Sum forkvinnan í Framsókn vísir á, var veljarakanningin hjá flokkinum 3. november góð - betri enn tær undanfarnu. Tá var flokkurin komin uppá trý tingfólk og 7.5 prosent. Tað er neyvt tað sama sum til søguliga góða valið í 2022

[object Object]
Ein eisini bilsin, men tá fegin, Ruth Vang á valkvøldinum 8. desember 2022. Framsókn fekk á fyrsti sinni tríggjar tinglimir. Persónliga fekk forkvinnan beint undir 1.000 atkvøður (Mynd: Jens Kr. Vang)

Og tað er serliga talið eitt, sum rakar hjá Ruth Vang: Síðani stovnina í 2011 hevur flokkurin havt í minsta lagi tvey tingfólk í hvørjari setu.

- Tað er eitt ella annað sinnisligt í, at man fer niður á eitt mandat. Tað er øðiliga lítið, og vit skulu til arbeiðis. Hetta er sjálvandi ein veljarakanning - ein løtumynd - men sjálvandi ávirkast man av veljarakanning og aftur: Tað gevur høvi til rannsakan.

Forkvinnan og landsstýriskvinnan í Fíggjarmálum ætlar sær tó ikki at leypa fram av. Hon staðfestir, at Framsókn "ongantíð hevur verið ein populistiskur flokkur við at loyva í eyst og vest" - og tað fara tey heldur ikki at gera nú.

- Hinvegin skulu vit kanska vera minni kúrr - millum annað í málinum um Suðuroyartunnlinum - og meira sjónlig sum heild.

Hoyr alla samrøðuna við Ruth Vang her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder