- Hetta er ikki vitlíki.
Tað var tað fyrsta, sum vit fingu staðfest úr Vági fyrrapartin.
- Onkur var farin túr millum klokkan fimm og seks og varnaðist okkurt óvanligt á Gørðunum.
Borgarstjórin í Vági greiðir Portalinum stutt frá, hvussu og nær stóri roysningurin var sæddur.
Sí eisini: Roysningur komin á land í Vági
Sjálvur varð Bjarni Johansen uppringdur fyrr í morgun og kunnaður um óvæntaða gestin.
- Eg var á veg við soninum í barnagarðin, tá eg fekk eina uppringing. Hevði koyrt framvið áðrenn og sæð eini tveir bilar standa tætt við, men hugsaði ikki meira um tað. Seinni komu fleiri fólk - millum annað øll úr ítróttaskúlanum.
![]()
- Roysningurin lá friðarligur í mølini, meðan fólk í stillum tóku myndir og prátaðu um óvæntaðu vitjanina, skrivar vagur.fo
Sjálvur hevur Bjarni Johansen ikki verið so nær roysninginum, men borgarstjórin hevur fingið upplýst, at hann er særdur.
- Hann er særdur aftarlaga á kroppinum. Eitt ástøði er, at ein bóghvítuhvalur hevur jagstrað roysningin. Tað er kanska tí, at hann er komin hiðar.
Vágs kommuna hevur enn ikki verið í samskifti við mynduleikar um roysningin. Borgarstjórin greiðir Portalinum frá, at man "sær støðuna an" - um roysningurin kemur niðan á vegin, so ger man í øllum førum nakað við tað.
- Tað kann væl vera, at hann fer avstað aftur av sær sjálvum. Soleiðis var síðst, at ein roysningur vitjaði. Tað var í 2013.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald