Mentan

Sissal: - Haldi avgjørt vit fingu tann rætta vinnaran

Eg var fullvís í, at eg ikki fór at enda í topp-trý, skrivar føroyska songkvinnan. Nógvur danskur tónleikur er á veg frá henni

2026-02-18 20:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg vil bert siga stóra takk fyri allar atkvøðunar og allan stuðulin, ið eg fekk. Eg var 110 prosent vís í, at eg ikki kom í topp-trý. So sum tit kunnu ímynda tykkum, eri eg framvegis skelkað - í sjokk.

Hetta skrivar Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen á Instagram-síðu sínari, nú Melodi Grand Prix 2026 er í baksýni. Tað kom annars óvart á viðmerkjarar og onnur, at Sissal ikki aftur fór avstað við øllum í stóru donsku sangkappingini.

Sí eisini: Skelkandi sigur

Einki Eurovision hjá Sissal í ár, men hon heldur, at Søren Torpegaard Lund er rætti vinnarin:

- Eg haldi veruliga, at vit hava fingið júst tann rætta vinnaran, og eg fari at heppa á Søren og Danmark. Um nakar kann megnað tað, so er tað hann!

Seinast í boðunum á sosialu miðlunum staðfestir føroyska songkvinnunum, at hetta bert er byrjanin. Tónleikur, á donskum, er á veg frá henni.

- Gerið tykkum til reiðar til nógvan danskan tónleik skjótt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder