- Teir hava tíðarskeið, har teir leggja seg upp á land. Tað kann vera, at hann fer at verða har eina tíð - Tað kann vera, at hann fer skjótt avstað aftur.
Soleiðis segði Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Havstovuni, í tíðindunum á FM1 í gjár. Hann tosaði um roysningin, sum kom upp á land í Vági í gjár, og á roysningar sum heild.
Les eisini: Roysningur komin upp á land í Vági
Hoyr samrøðuna við Bjarna Mikkelsen her
![]()
Mynd: Bárður Augustinussen
Hesin roysningurin, sum sá gamal og partvíst særdur út, kom upp á land á Gørðunum í Vági tíðliga mikumorgunin.
Tíðliga hósmorgunin sást hann fara út á Vágsfirð aftur: Roysningurin er farin. Hetta skrivar in.fo.
Harvið helt roysningurin til í Vági, til mikið forvitni hjá fólki, í eitt stórt samdøgur. Sí fleiri myndir hjá Bárði Augustinussen á leinkjuni niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald