Løgtingsmál nummar 068/2025 eitur "Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Áseting av pensjónsaldri)".
Tað fyrsta málið á dagsins tingfundi er umstrítt mál. Tað er eisini eitt mál, sum kann tryggja verandi samgongu longri livitíð - ella koppa henni.
Verkfólk rópa varskó - tað er gjørt greitt í skrivi. Andstøðan er øll ímóti -meirilutin í Trivnaðarnevndini mælir frá at samtykkja.
Les eisini: - Løgmaður svíkir verkafólk
Ivamál eru eisini í samgonguni. Sum so ikki hjá Framsókn, sum hevur fíggjarligt haldføri sum slagorð. Kravið hjá Ruth Vang og feløgunum er greitt: Málið um at hækka pensjónsaldurin so líðandi skal ígjøgnum, um farast kann undir at projektera og bjóða Suðuroyartunnilin út.
![]()
Ruth Vang, forkvinna i Framsókn og landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur verið fortalari fyri at knýta málini saman (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Trýst er harvið á Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum, um málið um Suðuroyartunilin og samgonguni sjálvari skal vera lív lagað.
Liljan Weihe er ikki fyri tunnilsætlanunum í verandi líki og kann eisini koma við einari nei-atkvøðu í málinum um pensjónsaldrinum.
Sí eisini: Liljan Weihe tekur støðu í tingsalinum
Óvist er, um onnur í Tjóðveldi hella til at atkvøða ímóti samgonguni í dagsins fyrsta máli. Men tað tykist eingin ivi vera um, at Sirið Stenberg hevði úr at gera sum forkvinna í síðstu viku - og tað er eingin ivi um, at løgmaður og Javnaðarflokkurin eru í uppaftur meira kroystari støðu.
Eitt eru ivamálini í tunnilsmálinum, sum Aksel V. Johannesen stendur við evstu ábyrgd av. Men so er hitt málið, sum á ymsan hátt gongur ímóti tí, sum Javnaðarflokkurin vanliga stendur fyri; nakað sum flokkurin so at siga hevur bundið seg til fyri at fáa Suðuroyartunnilin ígjøgnum.
Hetta finnast ikki bara Verkafólk at, og tað hoyrist, at í øllum førum okkurt av tingfólkunum hjá Javnaðarflokkinum ivast. Inglín Didriksen Strøm hevur sagt, at hon ikki vil hava pensjónsmálið ígjøgnum, uttan at stytta arbeiðsvikan kemur.
Tað skulu tvær nei-atkvøður til í samgonguni til fyri at fella pensjónsmálið við 2. viðgerð i dag. Um tað hendir, so er alt uppi í luftuni. Um málið kemur ígjøgnum, verður 3. og endaliga viðgerðin sum skilst á skánni mikudagin.
Les eisini: Pensjónsmálið kemur fyrst fyri - kann avgera lagnuna hjá Suðuroyartunlinum og samgonguni
Tingfundurin byrjar klokkan 09.30 Portalurin og FM1 fara at hava ymiskt tilfar úr tinginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald