Kemur Suðuroyartunniln ígjøgnum ella ikki?
Kann samgongan slitna í dag?
Svarið uppá fyrsta spurningin er við stórum sannlíkindi "ja". 23 atkvøður vóru fyri mánadagin, og hóast broytingaruppskotið kann fáa fitt av atkvøðum, so bendir alt á, at upprunauppskotið verðu atkvøtt ígjøgnum.
Øðrvísi er við pensjónsmálinum. Har var bert ein atkvøða á muni við aðru viðgerð, og hjá Javnðarflokkinum var tað við ringum smakki í munninum.
Okkurt her í Løgtinginum bendir á, at úrslitið kann vera øðrvísi í dag. Tað tók serliga fast hjá Javnaðarflokkinum, at tvey av trimum hjá Framsókn atkvøddu ímóti tunlinum mánadagin. Bet fýra av teimum seks tingfólkunum hjá Tjóðveldi vóru fyri.
Ein møguleiki er, at málið um at hækka pensjónina verður tikið aftur. Ein annar er, at fleiri í samgonguni atkvøður fyri. Og tann síðsta er, at Aksel V. Johannesen tekur orðið og útskrivar nýval, áðrenn pensjónsmálið av álvara kann koma fyri.
Sí eisini: Allir flokkarnir leita eftir einari exit-strategi
Fylg við her - eisini á Portalinum og á FM1
Í skrivandi stund eru bert tvey fólk eftir á røðaralistanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald