Innanlands

Uni Holm Johannesen stillar ikki upp aftur

Talan er ikki um nakra misnøgd, staðfestir Uni Holm Johannesen fyri Portalinum: - Avgerðin er ikki tikin í skundi, tí hetta er nakað, sum eg havi umhugsað í eina tíð, sigur Javnaðartingmaðurin

Broyttar umstøður gera, at eg havi valt at raðfesta tíðina og orkuna øðrvísi frameftir, staðfestir Uni Holm Johannesen, nakrar dagar eftir at

Broyttar umstøður gera, at eg havi valt at raðfesta tíðina og orkuna øðrvísi frameftir, staðfestir Uni Holm Johannesen, nakrar dagar eftir at

2026-03-01 22:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Enn eitt av núverandi tingfólkunum boðar nú frá, at hann ikki verður á valevnslista til Løgtingsvalið 2026.

Sí eisini: Tey næstvaldu í trimum flokkum stilla ikki uppaftur

Talan er um Una Holm Johannesen, sum fyri fyrstu ferð stillaði upp í 2022 og varð valdur inn fyri Javnaðarflokkin sum nummar sjey á listanum.

Gitingar hava verið um framtíð hansara í poltikki, og í kvøld váttar Uni sjálvur fyri Portalinum og FM1, at hann ikki verður á Javnaðarlistanum hesaferð. Hetta er ikki nøkur nýggj avgerð, staðfestir havnarmaðurin og nevnir øðrvísi raðfestingar:

- Tað hevur verið við fullum huga og stórum takksemi, at eg havi røkt løgtingsstarvið fyri føroya fólk og flokkin, men broyttar umstøður gera, at eg havi valt at raðfesta tíðina og orkuna øðrvísi frameftir. Avgerðin er ikki tikin í skundi, tí hetta er nakað, sum eg havi umhugsað í eina tíð, sigur Uni Holm Johannesen við Portalin og FM1.

Hann ger greitt, at talan ikki er um nakra misnøgd frá hansara síðu.

[object Object]
Uni Holm Johannesen kemur inn í Løgtingið til 

Uni Holm Johannesen fekk 342 atkvøður á seiansta løgtingsvali, og við teimum 787 atkvøðunum hjá Ingilín Didriksen Strøm, eru nú 1.300 "váttaðar" atkvøður leysar, í mun til núverandi tingfólk Javnaðarfloksins - væntast kann eisini, at 78-ára gamli Henrik Old (309 atkvøður í 2022) gevst í politikki.

Sí eisini: Ingilín D. Strøm tekur ein steðg

Talan er eisini um stóran part av atkvøðum floksins í Vestmanna, har Uni og Ingilín búgva. Tey vóru nummar eitt og tvey á lista C har í 2022. Harvið hevur Norðursteymoyar Javnaðarfelag eina stóra uppgávu fyri framman, eins og flokkurin við ringu veljarakanningunum sum heild hevur.

- Tíðin krevur nú, at vit við umskipanum og nýskipanum fáa lagt nakrar støðugar og samhaldsfastar langtíðarkarmar fyri okkara samfelag, og tað verður eftir mínum tykki fremsta uppgávan hjá teimum, sum fara at taka við 26. mars. Eg vóni inniliga, at søguligu semjurnar um tøkugjaldsskipanina og ferðavinnulógina, sum vinnunevndin saman við landsstýrismanninum fingu í lag, vera við til at broyta politisku arbeiðsmentanina frameftir. Tað er neyðugt fyri at fáa viðkvæma búskapin, skeiklaðu aldurssamansetingina og kroysta bústaðarmarknaðin aftur á beint. Og so vóni eg eisini, at arbeiðið at umskipa felagsskapin við Danmark fer at røkka á mál, sigur Uni Holm Johannesen.

Tað er ikki greitt enn, hvat Uni Holm Johannesen, sum áður hevur arbeitt sum journalistur og samskiftisfólk, nú fer at gera.

Hann hevur ikki fleiri viðmerkingar til avgerðina um at gevast nú.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder