Innanlands

Eftir tríggjar valskráir og tvær vikur við "valstríði": Tamt og tunt

Flokkarnir skulu kanska, eins og Kringvarpið, veruliga í gongd. Onkur ítøkilig loysn er at hoyra, men higartil standur ein við fleiri spurningum enn svarum

Okkurt ítøkiligt var í valskránni hjá Fólkaflokkinum, men ikki so nógv man hevði væntað frá tí flokkinum, sum eftir øllum at døma verður størstur á valinum um tvær vikur (Mynd: Sverri Egholm)

Okkurt ítøkiligt var í valskránni hjá Fólkaflokkinum, men ikki so nógv man hevði væntað frá tí flokkinum, sum eftir øllum at døma verður størstur á valinum um tvær vikur (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-11 22:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var mikudagin 25. mars, at Aksel V. Johannesen útskrivaði nýval. Dagin eftir varð fólkatingsval útskrivað í Danmark. Nakað sum vit framvegis, í ein mun, nýta tíð uppá.

Síðani hava tey í og kring poltisku flokkarnar runnið og tuskað. Val skuldu vera í ár, tað vistu øll, men kanska ikki so tíðliga. So fá vóru nær við at veruliga vera til reiðar.

Hóast floksapparatini eru størri enn áður, so eru enn ikki so nógv fólk rundanum, og tíðin er knøpp. Valevni skulu finnast - til tvey val - valskráir setast saman, plakatir hangast upp og lýsingar gerast. Hjá summum skuldi samleikin eisini hvessast og broytast.

Soleiðis var hjá Tjóðveldi. Tað er gjørt á snøggan hátt, við dugnaligum fólki aftanfyri. Trupulleikin hjá Tjoðveldi er bara, at lítli "e"-stavurin, og skiftandi litirnir á millum annað plakatunum kunnu hvørva ella skapa størru fløkji og ivamál.

Man kann kanska siga, at tað, at hevur verið innanhýsis ósemja í tingbólkinum hetta valskeiði, á ymiskan hátt sást aftur. 

Tí hvat ætlar Tjóðveldi sum flokkur annað enn at fremja "Tjóðarsemjuna" og "at verja vunnin rættindi", sum tikið varð til á framløguni mánadagin - og meira týdningarmikið hvussu. Hetta vantar okkum svar uppá. Eitt fínt videolag er so komið - Eftir øllum fer Tjóðveldi at traðka á spitaran seinastu tvær vikurnar í valstríðnum.

[object Object]
Øðrvísi litur, stavir men eisini øðrvísi politikkur? Sirið Stenberg og Tjóðveldi hava ymiskt at svara uppá næstu dagarnar. Veljarakanningarnar hava ikki sæð gott út (Mynd: Ingi Samuelsen)

Les eisini: Tjóðarsemjan er nú høvuðsmálið

Var valfaldarin hjá Tjóðveldi lítil, var tann hjá Fólkaflokkinum størri. Men har tað kanska var tilvitað hjá E ikki at byrja við ov stórum yvirlýsingum, tyktiskt tað avgjørt vera tað hjá A.

Fólkaflokkurin hevur, sambært veljarakanningunum og politisku gongdini, alt at missa á valinum 25. mars. Hetta viðurkendi Jacob Vestergaard eisini í viðtalu við FM1 í gjár. Royndi fólkafloksmaðurin viðurkendi eisini, at Fólkaflokkurin ikki vil peika á nógvar loysnir á búsaparligaøkinum: Tað skal Nýskipanarnevndin hava frið til at gera fyrst.

Hoyr eisini: Fyri ikki at órógva nýskipanarnevndina skulu vit ikki melda út í eyst og vest

Ein ávis óvissa er um fosturtøkumálið, sum ikki varð nevnt í valskráini. Millum tey fáu tingini, sum Beinir Johannesen nevndi til stuttu framløguna í Miðlahúsinum, var ein skattafríur barnakekkur á 20.000 krónur og peningur úr Barslilsgrunninum. Hetta seinna ynskir Sambandsflokkurin eisini - tó við størri upphædd.

Ein stórur listi hjá Fólkaflokkinum, serliga í høvuðsstaðnum og við metnógvum kvinnum. Men við óvanliga fáum vallyftum og ítøkiligum loysnum, uttan at tað skal "viðgerast", "hyggjast uppá" ella "broytast í mun til hjá hesi samgonguni". Ikki beinleiðis tað man hevði væntað frá tí flokkinum, sum eftir øllum at døma verður størstur um tvær vikur.

Les eisini: Fòlkaflokkurin ynskir valdið til fólkið - og strangari krøv til útlendingar

Ítøkilig boð vóru um at gera broytingar í útlendingapoltikkinum. Líka so væl, sum tað er neyðugt við útlendskari arbeiðsmegi, er hetta eisini neyðugt at hyggja uppá. Tað hava Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin ítøkilig boð uppá: At  familjusamanføring ikki skal henda ov skjótt, at revsiváttanin skal vera rein, umframt krøv um frálæru í føroyskum máli og føroyskari mentan.

Sum heild er Sambandsflokkurin higartil tann flokkurin við flest vallyftum og nøkrum ítøkiligum boðum; millum annað er ynski at avtaka mótrokningina hjá arbeiðandi pensjónistum. 

Spurningurin er bara, um tað blíva ov nógv og dýr vallyfti hjá Sambandsflokkinum - og nógv eru eisini knýtt at Danmark og danskari vælvild. Tað eru tey ikki so bangin fyri at siga í B, og Fólkatingsvalið hevur eisini høga raðfesting - væl hægri enn í hinum flokkunum - varð staðfestingin á Hotel Brandan. Tað er til dømis ein sannroynd, at "heimurin er meira ótryggur", og at "kriminalitetur hækkar", men Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenberg spældu óttakortið í ein mun. Tað er ikki beinleiðis uppbyggiligt - men tað kann rigga.

Les eisini: Sambandsflokkurin vil standa fyri tryggleika og trivnaði

[object Object]Anna Falkenberg fær stóran leiklut í valstríðunum hjá Sambandsflokkinum. Næstforkvinnan og fólktaingslimurin hevur sterkar retoriskar eginleikar (Mynd: Sverri Egholm)

Hoyr eisini: Falkenberg: Neyðugt at stramma útlendingalóggávuna

Hvar er Kringvarpið, hvar er kjakið og hvar er Javnaðarflokkurin

Sambandsflokkurin kann sigast at standa við greiðastu ætlanini í løtuni, men valstríðið er á pappírinum bert komið í helvt. Og framløgurnar hjá flokkunum í sambandi við valskránnar eru ikki komnar í helvt enn.

Framsókn eigur tørn í morgin. Flokkurin sum hevur sligið á trummuna "figgjarligt haldføri" í langa tíð, hevur ikki megnð at skapt tað enn. Men forkvinnan og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang man hava okkurt at peika á - tað vil siga annað enn, at "Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vildu ov nógv dýrt í hesari samgonguni".

Nú vit nevna Javnaðarflokkin...jú, valevnini verið til myndatøku í dag, har er ein "Javnaðarpoddur", og løgmaður hevur verið til frisør. Men hvat ætlar flokkurin, sum var størstur seinast og hevur so syndarligar veljarakanningar? Hvør er kósin nú - uttan millum annað Ingilín Strøm og við serliga Ben Arabo sum nýggjum valevni.

Tað hoyrist, at Javnaðarflokkurin skal leggja valskrá sína fram fríggjadagin. Tað verður ótrúliga áhugavert at síggja, hvat Aksel V. Johanensen hevur at bjóða. Og kanska hvønn veg hetta hellur. Sum politiskir viðmerkjarar vísa á: Flokkarnir nærkast hvørjum øðrum á miðjuni, og tykjast at vilja tekjast hvørjum øðrum, áðrenn eitt valúrslit fyriliggur, og meðan allar samgongusamansetingar eru gjørligt. 

Sí eisini - Stjórnin: Her er eingin kantur á valstríðnum

Tað er í øllum førum ikki serliga greitt, hvat man sum veljari fær við øllum flokkunum: Hvat tað verður arbeitt við, og serliga hvussu loysnirnar uppá tey stóru tingini skulu vera. 

Í nevnda Javnaðarflokkinum tykist man - les Sjúrður Skaale - vera meira til reiðar til Fólkatingsvalið

[object Object]
Nógv bíða nú efttir Akseli V. Johannesen og Javnaðarflokkinum. Bíða tey av taktiskum ávum við sínari valskrá? Ella kemur nakað slóðbrótandi undan vikuskiftinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Okkurt høgg er her og har. Men sum nú er, síggjast valevnini  úr ymiskum flokkum ynskja hvørjum øðrum "gott val" á Facebook og stríðast við at fáa nøkur stutt videobrot út. Ikki tí; sum so einki galið við tí, men hvasst og upplýsandi er politiska kjakið og kósin als ikki, nú so stutt er upp til val.

Hetta eiga vit miðlar sjálvsagt okkara leiklut i. Løgtingsvalið fer at merkjast uppaftur betri á Portalinum og á FM1 næstu vikurnar - við ymiskum vinklum: Kjaksendingum, analysum og so framvegis.

[object Object]
Við okkara tøku møguleikum, fara FM1 og Portalurin at royna at taka valpulsin hvønn dag - og seta dám á valstríðið 

Tá tað kemur til val, hevur Kringvarpið verið vitin, og hevur eisini borðreitt við einari ørgrynnu av góðum valsendingum og valkvøldum gjøgnum árini (áður sum tveir stovnar eisini). Almenni miðilin, sum vit øll gjalda fyri, stendur aftur við stórari ábyrgd, nú val av álvara nærkast. Katrin Petersen, tíðindaleiðari, hevur tó í Góðan Morgun Føroyar - tann sendingin við mest valdekkningi higartil í KVF - staðfest, at tað er torført at fáa alt at hanga saman til tvey val.

Serliga sjónvarp er ein tungur miðil, og tí hevur Kringvarpið millum annað valt ikki at hava veljarafundir úti um landið. Tað vil siga uttanfyri høvuðsstaðin Tað er á ymsan hátt keðiligt; ein góð siðvenja og møguleiki fyri fólkaræðnum at blomstra.

Tað merkist væl, at størsti miðilin ikki veruliga er farin í gongd við ítøkiliga valdekkningin, men eins og við veruliga valstríðnum verður tað í næstu døgunum.

At tað so byrjar í Skratsj, sum er góð og undirhaldandi men løtt sending, er tað, sum tað er. At forfólk í flokkunum skulu standa yvirfyri fyrstuferðsveljarum í sjónvarpssendingini "Fyrsti krossurin" kann vera forvitnisligt - men spurningurin er so hvussu nógv Aksel, Bárður, Beinir, Ruth, Jenis, Sámal Petur og Sirið standa yvirfyri KVF-journalistum og hvørjum øðrum, fyriuttan tí eina forfólkaumfarinum i sjónvarpinum og onkrari útvarpssending.

Sum heild hava fleiri undrast á og funnist at einum higartil tomum valstríði. Hetta hevur man millum annað sæð á sosialu miðlunum. Man kann næstan siga, at tað so at siga ikki hevur verið nakað stríð enn.

Tveir dagar eftir samgongan slitnaði eftir vánaligt innanhýsis stev, sótu ein limir úr hvørjum flokki í okkara rásarúmið og nærum løgdu upp til, at "man saktans kundi hildið fram". Alt var so "eviga deiligt2. Fríggjað verður til høgru og vinstru - ella eitt lítið sindur inn og ut moti miðjuni - og og eisini frá C til A. Semja er oftast góð, men spurningurin er, nær man veruliga merkir dystin um krossarnar. Og at flokkar og valevni veruliga tora at stinga seg upp burturúr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder