Minst ein persónur lat lív, tá tvey tangaskip vórðu álopin í irakiskum sjógvi í nátt. Tað sigur leiðarin fyri irakiska havnafelagið við sjónvarpsstøðina CNN. 38 av manningini eru bjargað.
Irakisk trygdarkelda upplýsir, at hildið verður at eitt iranskt skip, lastað við spreingievni varð brúkt til at leypa á tangabátarnar. Hetta málið verður kannað. Bretskar keldur upplýsa hinvegin, at talan var um rakettir.
Myndugleikarnir á staðnum kalla álopið fyri greitt brot á irakska økisrættin.
Eldur er í skipunum. Tað snýr seg um Zefyros, ið siglir undir maltesiskum flaggi, og er er skrásett hjá grikskum felag og Safesea Vishnu, sum eitt amerikanskt felag eigur og er skrásett á Marchalloyggjum.
Iran verður eisini lagt undir at hava framt álop á oljugoymslur í Bahrein og Oman. Sambært upplýsingum hjá Reuters eru allar irakskar oljuhavnir stongdar eftir hesi álopini.
Prísurin á ráolju er øktur nógv í dag, hóast at tað er ein breið semja um at royna at stabilisera marknaðirnar.
Les eisini: Londini í IEA lata upp fyri oljugoymslunum
Í Beirut hava minst sjey fólk latið lív eftir ísraelsk álop í nátt, upplýsir heilsumálaráðið í Libanon.
Ísraelski herurin sigur at tey hava rakt yvir tíggju Hizbollah-mál í sunnara parti av Beirut og at fleiri rakettstøðir og onnur støð av týdningi í stríðnum eru rakt.
Álopini hendu eftir at Iran og Hizbollah samskipaðu álop móti yvir 50 málum í Ísrael. Kollveltingarverjan í Iran hevur váttað at ein samskipað atgerð saman við Hizbollah fevndi um álop við bæði rakettum og dronum, skrivar finska kringvarpið Yle við AFP, Reuters og AP sum keldum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald