Innanlands

Sjálvstýri vil arbeiða fyri sjálvræði hjá fólkinum

Flokkurin lovar millum annað leingja barsilstíðina til eitt og eitt hálvt ár - og heldur seg vera einasta flokkin sum veruliga er á miðjuni. Sí myndir og frágreiðing frá tá Sjálvstýri legði valskrá sína fram

Sámal Petur í Grund sigur ja til Suðuroyartunnilin, ja til Tjóðarsemjuna og ja til at koyra talið av kommunum niður - kanska heilt niður í fimm. Bert 10 fólk stilla upp 26. mars - flokkurin kann ikki stilla upp til Fólkatingið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sámal Petur í Grund sigur ja til Suðuroyartunnilin, ja til Tjóðarsemjuna og ja til at koyra talið av kommunum niður - kanska heilt niður í fimm. Bert 10 fólk stilla upp 26. mars - flokkurin kann ikki stilla upp til Fólkatingið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-03-13 13:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Sjálvræði er grundsúla hjá Sjálvstýri. Tað hevur tað verið síðani stovnanina í 1906 Hetta vilja vit arbeiða við – sjálvræði til landið og til fólkið.

Flokkurin, sum hevur 120 ár á baki, vil aftur um tinggátt. Nýggjasta veljarakanningin vísir eisini, at Sjálvstýri nærkast. Fyrr í dag legði flokkurin sína valskrá fram til løgtingsvalið 26. mars.

- Flokkurin á miðjuni - fyri familjuna

- Vit eru ein miðflokkur. Í roynd og veru tann einasti flokkurin á miðjuni.

Hetta vildi Sámal Petur í Grund vera við á framlguni í Bridgehúsinum í Gundadali. Enn ein staðfesting av at flestu flokkarnir í Føroyum flyta seg inn ímóti miðjuni.

Annars ljóðaði tað sum eina snaring til vinstru hjá Sjálstýri. Men hvat er tað so, at "hesin flokkurin á miðjuni vil", um hann kemur inn aftur. Tað var millum annað familjan og tað fíggjarliga, sum fylti hjá Sjálvstýrinum.

- Ov stórur partur av fólkinum dettur niður ímillum. Landið flýtur í pengum – men fíggjarlógin hevur tað ikki gott. Vit vilja fj álga um alla familjuna og veita s kjóta hjálp til børn og ung. Serliga tey við serligum tørvi men eisini øll onnur.

Eitt stórt vallyfti hjá Sjálvstýrinum er, at leingja barsilstíðina til eitt og eitt hálvt ár: Tvey hevði kanska verið best – men tað er dýrt, staðfestir Sámal Petur í Grund. Formaður floksins heldur, at hetta hevði lætt um og sigur, at tað skal kundi verið lutfalsligur vøkstur hjá kynunum.

Hvussu skal tað so fíggjast? Jú, har skal serliga úr partafelagsskattinum, sum í Føroyum er millum teir. Hann skal úr 18 prosentum upp á 22 prosent aftur, og MVG-frítøkur og vinningur av húsasølu skulu eftirmetast. Tað verður ov nógv spekulatión, sigur Sámal Petur í Grund.

Sjálvstýri um stóru málini

Kanska tað vóru ov nógv punkt og heldur nógv lyfti í framløguni - serliga tá hugsað verður um, at hetta er ein lítil flokkur.

Í mun til stóru málini heldur Sjálvstýri millum annað, at pensjónsaldurin ikki skal hækkast. Heldur skal hyggjast eftir "hinum endanum". Eins og Sambandsflokkurin vísti á, at mótrokningin hjá  arbeiðandi pensjónistum skal steðgast.

Sí eisini: Ruth og Sámal Petur: Samd um fólkatingið - ósamd um pensonsaldurin

Sámal Petur í Grund sigur ja til Suðuroyartunnilin, ja til Tjóðarsemjuna og ja til at koyra talið av kommunum niður - kanska heilt niður í fimm.

Sjálvstýri hevur striðst við at fáa valevni. Í 2022, tá flokkurin var ov stuttur til at koma inn, stillaðu 18 fólk upp. Nú eru 10 á lista D: Átta menn og tvær kvinnur. Størsta broytingin er í Suðuroynni, har Kristin Michelsen, sum hevur fingið flest atkvøður seinastu tvey valini, ikki stillar uppaftur:

Valevnislistin:
Sámal Petur í Grund, formaður
Sylvia Thomsen
Jóhan M. Stenberg
Pól Arni Holm
Andrias Jacobsen
Jógvan Hovshólm
Rúni Jacobsen
Birgar Larsen
Claus Martin í Grund
Randi Meitil

Eins og Framsókn, stillar Sjálvstýri ikki upp til Løgtingsvalið.

Sí myndir, sum Jens Kr. Vang tók í Bridgehúsinum niðanfyri:


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder