Valvikan er her, og stórur spenningur er.
Byrjað verður við fólkatingsvalinum í morgin, týsdagin 24. mars, og í dag klokkan 16 seta vit av álvara sjóneykuna á valið á FM1.
Nøkur av fremstu valevnini- høvuðsvalevnunum - hjá flokkunum, sum stilla upp, vitja rásarúmið til kjak, sum Árni Gregersen stýrir.
Tó hevur Javnaðarflokkurin valt ikki at luttaka ikki við sínum høvuðsvalevni, Sjúrði Skaale.
Kjakið varir til umleið klokkan 17.30.
Hesi luttaka:
Fólkaflokkurin: Jørgen Niclasen
Sambandsflokkurin: Anna Falkenberg
Javnaðarflokkurin: Óli Jákup Jacobsen
Tjóðveldi: Jóhannis Erlendsson
Miðflokkurin: Jenis av Rana
Sí eisini: - Nógvir ókendir faktorar áðrenn valvikuna
Lurta eftir FM1 her - ella á vanligu frekvensunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald