Innanlands

Video: Hetta er heilt óhoyrt - eg má takka familjuni og teimum rundanum meg

- Tey eiga sanniliga sín part í hesum. Sjúrður Skaale iðrar seg um, at hann leyp framav í sjónvarpskjaki kvøldið fyri. Í dag hevur fólkatingsmaðurin skrivað søgu í stórum stíli við væl yvir 10.000 atkvøðum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-03-24 23:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg havi biðið um umbering. Nú eri eg bara fegin.

Sjúrður Skaale stúrsaði við einari veljarakanning, sum kom út mánadagin, og gjørdist heldur heitur í sjónvarpsstovuni í gjár. Í dag volaði royndi politikkarin í stórum stíli.

Sí eisini: Sjúrður sprongdi úrslittalvuna - yvir 10.000 atkvøður

Hann ikki bert setti persónliga fólkatingsmetið - Sjúrður Skalle knústi tað. Og í sjónvarpsforhøllini í kvøld var hann bara fegin og takksamur

- Eg má takka teimum sum hava staðið mær nær og borið meg fram. Familja, starvsfólk og flokkur. Hetta er púra óhoyrt.

Hoyr samrøðuna við afturvalda fólkatingsmannin, sum vit fangaðu fyri løtu síðani

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder