Innanlands

Video: Høgni Hoydal á fyrsta løgtingsvalinum í Hoyvík - og møguliga sínum seinasta sum politikkari

Hoyvíkshøllin er sum eitt annað heim hjá mær og nógvum øðrum og stórt hjá okkum at atkvøða her, sigur royndasti maðurin í Tjóðveldi, sum hevur bjartar vónir til hetta valið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-03-26 20:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vit fylgdu Høgna Hoydal, sum leygardagin fyllur 60 ár og fyri stuttum játtaði áheitan floksins um at silla uppaftur, tá hoyvíkingurin á fyrsta sinni fór á løgtingsval í heimstaðnum.

- Tað hevur nakað við samleikan hjá okkum, at vit kunnu atkvøða her í "bygdini" - tað er stórt.

Tað níggjunda løgtingsvalið hjá Høgna Hoydal kann gerast seinasta løgtingsvalið hjá fyrrveran tjóðveldishøvdinganum úr Hoyvík. Hetta dylur Høgni sjálvur ikki fyri, og vónar hann bara, at viðurskiftini við Danmark verða broytt skjótt - og at flokkurin fær eitt flott val í kvøld.

Sì video ovast

Sí eisini: Stórur áhugi á fyrsta løgtingsvalinum í Hoyvík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder