Innanlands

Aksel V. Johannesen ger fyrstu royndina seinnapartin

Løgmaður hevur samráðingarrættin, og tey í Javnaðarflokkinum stinga høvdini saman seinnapartin, meðan samband er við aðrar flokkar. Um tað ikki eydnast í dag, fer løgmaður mest sannlíkt at spæla bóltin víðari í kvøld

Aksel V. Johannsen eftir valið í gjár - bróðursonurin Beinir Johannesen bíðar í bakgrundini (Mynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannsen eftir valið í gjár - bróðursonurin Beinir Johannesen bíðar í bakgrundini (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-27 13:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit fara at kanna møguleikarnir í dag. Um vit síggja, at tað ikki ber til, so gevi eg samráðingarrættin víðari í kvøld.

Hetta segði Aksel V. Johannesen við Árna Gregersen á FM1 fyri løtu síðani.

Hóast keðiliga valúrslitið, hevur formaðurin í Javnaðarflokkinum, sum sitandi løgmaður, framvegis fyrsta rætt at royna at skipa samgongu.

Javnaðarflokkurin hittist út á seinnapartin. Aðrir flokkar hava eisini fundir, og eftir øllum at døma er nakað av samskifti millum flokkarnar.

Annars staðfesti Aksel V. Johannsen í samrøðu við okkum í dag, at hann ikki roknar við, at Javnaðrflokkurin kann fara inn í eina samgongu, uttan at vera saman við tveimum øðrum stórum flokkum. Síðani 2015 hava samgongurnar verið við tveimum stórum flokkum og einum lítlum flokki.

Sí eisini: Beinir stendur sum vinnari - pápabeiggin sum ein av taparunum

Yvirlit: Toppskjúttar hjá flokkum sínum og topp-tíggju samanlagt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder