Gott lag, gott mót og framgongd á fleiri økjum.
Beinir Johannesen lat væl at, tá hann í gjárkvøldið tók samanum fyrsta samráðingardagin - bæði á FM1 og seinni í Kringvarpinum.
Hoyr samrøðu við samráðingarleiðaran frá klokkan fimm í gjár: Beinir er meira bjartskygdur nú enn tá dagurin byrjaði
Tað er bert Beinir Johannesen, samráðingarleiðari, sum úttalar seg í løtuni.
Í bygninginum hjá Havnar Arbeiðarafelag, har Løgtingið leigar seg inn, tyktist tó sum heild góður hýrur at valda. Har kom eisini ymiskt í eitt møguligt samgonguskjal.
Les eisini: Beinir Johannesen og hini farin undir sjálvt samgonguskjalið
Ein stórur meiriluti ynskir ABC-samgongu
Tað skal tó staðfestast, at hetta var fyrsti samráðingardagur hjá ABC, og at man nú næstu dagarnar fer at síggja, um flokkarnir veruliga ynskja hetta og kunnu fremja tað í verki.
Samráðingar vóru til um 21-tíðina í gjár. Tær verða tiknar upp aftur klokkan tíggju í dag. Tá verður arbeitt víðari við somu evnum, sum í gjár: Almanna og heilsumál, Orka og umhvørvi, og skúla og mentamál.
Umframt hetta situr ein bólkur og arbeiðir meira yviskipað. Hetta eru formenninir í A, B og C, umframt Jacob Vestergaard, Anna Falkenberg og Ben Arabo, umframt at onnur hava verið í tí rúminum eisini. Meginpartin av hesum kunnu væntast at manna eitt komandi landsstýrið - hetta er tó ikki staðfest enn.
Portalurin og FM1 fylgja samgongusamráðingum tætt. Dagføring verður í tíðindunum á FM1 klokkan 12, umframt at ymiskt tilfar verður á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald