- Um tað gongur, sum tað ger nú, so kunnu vit gott vera komin nokso langt við at skriva samgonguskjalið, áðrenn páskini koma.
Soleiðis segði Beinir Johannesen, tá FM1 og Portalurin loddaðu dýpið beint uttanfyri samráðingarhøli klokkan 17.
Hoyr samrøðu við samráðingarleiðaran, sum varð gjørd klokkan 17, her
Hetta er ein útsøgn, sum kann gera fleiri, ið hava fylgt væl við politikki og samráðingum, heldur paff. Sambandsmaðurin Magnus Rasmussen, sum fyri stuttum er givin í politikki, staðfesti eisini í hesari tíðindasendingini, at hann var ovfarin.
- Tað er jú eitt veruligt talv, og at man longu er komin so mikið langt...men nú kenni eg Beinir Johannesen, og hann plagar at siga sum er.
![]()
Ein bjartskygdur Beinir Johannesen, sum hevur verið í góðum lag seinastu dagarnar. Tað er bert samráðingarleiðarin, sum higartil hevur úttalað seg til miðlarnar (Mynd: Sverri Egholm)
Klokkan 13 mánadagin byrjaði arbeiði í fýra ymiskum bólkum. Bólkarnir viðgerða ymisk evni og skriva kladdur, sum bólkurin við formonnunum og øðrum - róptur millum annað "høvdingarnir" og "tungvektirnar" - hyggur uppá. Hesin bólkurin, har Anna Falkenberg, Ben Arabo, Jacob Vestergaard og til tíðir eisini Margit Stóra sita í, hevur eisini tikið onkur av "tyngru málunum" upp. Væntast kann at tey flestu av hesum enda í landsstýrinum.
Júst landsstýrið vil Beinir Johannesen ikki siga nakað um enn - málsøkjaøkið bíðar, nú mikudagurin og páskini nærkast.
Hetta er nakað, sum kann skapa spenningar, eins og ymisk stór mál. Óvist er, í hvussu stóran mun Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin eru farin í dýbdina við hesum enn.
Fía Selma Nielsen og Jørgen Niclasen, varafólk og valt tingfólk hjá Fólkaflokkinum í Vágum, vóru í tí eina bólkinum (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Varafólk og vaksandi vónir um eitt haldgott samgonguskjal
Nøkur varafólk vóru við í dag - nøkur skulu ferðast og annað í páskadøgunum.
Beinir Johannesen sló fast fyri FM1, at "fólk skulu sleppa at halda páskir". Ætlanin er at samráðst størsta partin av mikudegnum og síðani hava frí skírisdag og landafríggjadag. Síðani verða samráðingarnar eftir ætlan tiknar upp aftur leygardagin.
Og ja; ætlanin er at hava stóran part av samgonguskjalinum til reiðar áðrenn páskadagarnar. Fríggjadagurin 10. apríl er í fyrstu syftu freistin, sum formaðurin í Fólkaflokkinum hevur fingið til at skipa samgongu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald