Innanlands

Koma saman seinnapartin fyri at fáa seinastu snøklarnar upp á pláss

Samgonguskjalið verður mest sannlíkt lagt fram hósdagin - uttan so at okkurt óvæntað hendir í dag. A, B og C hava býtt málsøkini millum sín og hittast aftur klokkan 15

ABC-samgongan er so at siga í pottinum. Beinir Johannesen, Bárður á Steig Nielsen og Aksel V. Johannesen settu av álvara hol á samráðingarnar mánamorgunin 30. mars - men tað hevur gingist so mikið skjótt, at okkurt var í umbúna frammanundan (Mynd: Sverri Egholm)

ABC-samgongan er so at siga í pottinum. Beinir Johannesen, Bárður á Steig Nielsen og Aksel V. Johannesen settu av álvara hol á samráðingarnar mánamorgunin 30. mars - men tað hevur gingist so mikið skjótt, at okkurt var í umbúna frammanundan (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-08 06:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Átta dagar eftir at realitetssamráðingarnar millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin byrjaðu, kom tað so at siga á mál.

Týskvøldið varð sjávt samgonguskjalið liðugt - reinskrivað, rættlisið og góðkent - og málsøkjabýtið kom eisini uppá pláss stutt fyri klokkan 23.

Hetta kundi Portalurin vátta í gjárkvøldið. Harvið er tað, sum annars á pappírinum kundi verða ein stór forðing, kveistra til viks.

Ein kann hugsa sær, at grundalagið er lagt fyri hesum fyri nakað av tíð síðani: Áleið hvør flokkur skal hava hvørt málsøkið, og helst eisini hvørji fólk skulu í hvørt aðalráð. Um man hevur eygleitt samráðingarnar eitt sindur, hevur tað eisini sæð soleiðis út.

Framvegis eru tað bert gitingar og metingar, men tað mest sannlíka er, at talan verður um sjey aðalráð: Trý falla í lut Fólkaflokksins, har eitt er løgmansembætið, og tvey aðalráð hvør til Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.

Sí eisini: Meira enn helmingurin vil hava seks aðalráð

Sum vp.fo eisini skrivar, hittast komandi samgonguflokkarnir í dag, klokkan 15. Hetta er "fyri at fáa allar teir síðstu snøklarnir uppá pláss".

Væntandi verður ein tíðindafundur, har samgonguskjalið verður lagt fram, áðrenn vikuskifti. Mest sannlíkt í morgin, hósdagin. Landsstýrið skal eisini avdúkast.

Tingfundur er ásettur at vera mánadagin 13. apríl.

Meira um samgongusamráðingarnar millum A, B og C seinni í dag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder