- Eg vænti ikki, at hetta verður nakar stórur trupulleiki.
Stutt fyri klokkan 17 í gjár staðfesti blaðstjórin á Norðlýsinum, at "hann væntaði, at Beinir Johannesen fer at fáa hendan bóltin í kassan", og at "málsøkjabýti ikki fór at gerast so trupul", tí at so mikið stór semja hevur verið í samráðingunum annars.
Hesum sær Jóhann Lützen út til at fáa púra rætt í. Eins og umboð fyri Portaluin og FM1, var blaðstjórin á lokalblaðnum í Norðoyggjum til staðar við skrivstovuhølini hjá Løgtinginum, í gjár. Hetta hóast "man hevur eitt sindur longri at fara enn høvuðsstaðarmiðlarnir".
Samfelagsfrøðingurin og politiski viðmerkjarin hevði sum vera man sína meining um støðuna í samgongusamráðingunum, ið nú síggja út til at vera so gott sum komnar á mál. Útfrá valúrslitinum og mandatum, er Javnaðarflokkurin minsti flokkurin í hesari framtíðar samgonguni. Tað sær Jóhann Lützen tó ikki sum ein trupulleika, og hevur hann eina mynd:
- Eg eri sjálvur lítlibeiggi, og eg vænti Beinir og Bárður hava fingið Aksel at kenna seg væl sum "lítlabeigga" í hesum førinum. Eg trúgvi, at Javnaðarflokkurin nokk skla síggja seg væl aftur í hesum samgonguskjalinum - og at tað nærum verður sum eitt "sosialdemokratiskt manifest", heldur blaðstjórin á Norðlýsinum fyri í viðtalu við FM1.
![]()
Aksel V. Johannesen gongur aftanfyri Bárð á Steig Nielsen og Beinir Johannesen, tá samráðingarnir millum A, B og C skulu byrja 30. mars
Í november kunngjørdi táverandi løgmaður, Aksel V. Johannesen, eftir greiðari áheitan frá Nýskiparnevndini, har Ben Arabo tá var formaður, at nú skuldi talið av aðlráðum skerast niður: Úr níggju niður í seks. Hetta var fyri at effektivisera almenna sektorin - og fyri "at byrja við sær sjálvum".
Sí eisini: Eftir kanning: Meira enn helmingurin vil hava seks aðalráð
Nú sita Aksel og Arabo við samráðingarborðið. Javnaðarflokkurin kann illa hava gingið við til bert at fáa ein landsstýrissess. Tað er mest sannlíkt, at avtalan er sjey aðalráð - tað staðfesti Jóhann Lützen seinnapartin í gjár.
- Eg haldi at tað verða sjey aðalráð. Tað byggi eg støddina á flokkunum: Vit hava tríggjar stórar flokkar, og teir telja 22 tinglimir av 33. Tað verður tann knagin, sum man fer at hanga avgerðina uppá. Simpulten tí her er eitt styrkisforhold. Fólkaflokkurin er størstur og fær trý landsstýrisfólk, Sambandsflokkurin er næststørstur og fær tvey, og Javnaðarflokkurin fær eisini tvey - sum lítilibeiggi.
Hoyr alla samrøðuna við blaðstjóran á Norðlýsinum og poltiska viðmerkjaran her
Hvussu aðalráðini síggja útm vita vit mest sannlíkt meira um seinni í dag ella í morgin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald